Í nýggjum ljósi

Vit eiga einsamøll ábyrgdina. Vit kunnu ikki fara í onnur lond og biðja um pengar fyri hana. Vit áttu ongantíð at kunnað sett onnur í ta støðu, at tey bæði skulu gjalda fyri okkum og hava skomm av sær sjálvum samstundis. Tann stóra kanningin er av, og tað verður ongantíð aftur nóg mikið at vera statistar í leiki, sum onnur skriva og stjórna. Snáva vit á flísunum, mugu við taka ábyrgdina av nasablóðinum eisini.

Vit hava hildið andanum hesar dagarnar. Hon kom so óvæntað, henda gleðin. Kann hon standa við? Inn ímillum skúrarnar hevur nógv meira ljós verið í luftini, og nú sæst stórur dagamunur. Her sum eg siti, er dagurin komin, tá ið sólin fer á rull av reyninum og oman á hálsin vestanfyri. Hon tekur í ein kneysa ella tveir, er so aftur leys, til hon kemur í krikan og søkkur niður í vøtnini har. Hesa ferð er tað, sum hon logar bjartari, enn nakar mintist.

Landið liggur sum í nýggjum ljósi. Tann stóra kanningin er av. Hon kannaði bara eitt brot úr myrku søguni hesi árini, og brævabýtið var ikki størsta málið av øllum. Kortini er tað ein stórur lætti, at hetta er gjørt, og at úrslitið er so skilligt. Eri farin eitt ørindi í býin, og harniðri í høvuðsgøtuni tosa fólk saman um tað, sum er hent. Tað skilst, hvat tey siga, og hvat tey meina við. Eingin rópar ella ger seg klókan ella reypar sær. Tey geva sær stundir og drýggja sær løtuna, ovfarin enn og næstan rørd.

Tí nógv er at gleðast um. Fyrst av øllum: Tað er ikki longur bara annar parturin í felagsskapinum, sum skal bera mistøkini einsamallur. Takk er ikki longur einasta orðið, vit kunnu loyva okkum at siga við hin. Byrðan av olmussu er eina løtu tikin av okkum. Vit síggja nú greiðari enn nakrantíð, at her er talan um tveir ymiskar partar við hvør sínum natúrligu áhugamálum.

Síðani: Hesi áhugamál eru ógvuliga væl lýst, og tey eru lýst av okkum sjálvum fyrst. Tær hálvttriðja túsund síðurnar hjá kanningarnevndini eru neyvar, men í grundini bara sum ein váttan av tí tilfari, vit høvdu fingið til vega frammanundan í okkara egnu fjølmiðlum. Tað boðar frá góðum, at álvari og førleiki nú kunnu fáa umstøður at arbeiða. Og arbeiða uttan fyri heimapolitikkin og partapolitikkin.

Hvat er hesin politikkurin, hvar og hvussu verða avgerðir tiknar? Innan fyri stutta tíð hava vit sæð tveir ymiskar mátar. Tann gamla mátan sum við skattalættanum herfyri, har ein pakki verður gjørdur fyri sterkan áhugabólk á náttarfundum seinasta dag fyri fíggjarlógarfreistina, og har verða so nógvar smágávur lagdar niðurí, at meiriluti fæst fyri rokningini, ið onnur skulu fáa við postinum. Men vit hava eisini sæð ein nýggjan máta sum við oljulóggávuni, har uppskot eru væl fyrireikað og væl upplýst, og tey fáa stundir til at kunna viðgerast væl og virðiliga. Tann stóra kanningin fer at læra okkum, at tað skal kunna síggjast aftur, hvat hendi í einum máli, og hvussu tað hendi, og at ein ábyrgd er til, bæði fyri tí sum eydnaðist og tí, sum fór av lagi.

So nógv er longu komið burturúr, at endurgjaldið er tann minsti spurningurin. Pengarnir hava lítið at siga í øllum hesum. Um tað verður ein hálv milliard ella ein heil, hvønn mun ger tað? Afturgjaldingin av høvuðsskuldini verður bara stytt ella longd nøkur ár, og eingin fer at leggja merki til tað í einum felags húsarhaldi, sum hevur ráð at stuðla høvuðsvinnuna við mongum slíkum upphæddum, væl vitandi at teir pengarnir eru ikki bara spiltir, teir eru beinleiðis skaðiligir.

Ein maður kemur til mín uttan fyri sparikassan. Hann heldur, at pengarnir, sum kanska fáast aftur, skuldu ikki farið í stórapott, men verið markaðir til teirra, ið fingu sviðan og svíða enn. Her kom ein útlendskur stovnur burtur úr ongum og segði við tey, at húsini vóru minni verd enn helvtina av tí, sum tey skyldaðu. Og eftir stuttari tíð áttu tey ongi hús, men bara skuld. Ein annar heldur, at vit hava fingið æruna aftur, og hon eigur ikki at roknast í krónum ella umberingum. Men skuldu nakrar milliónir gingið fríar, so høvdu tær hóskandi kunnað farið til tað, sum hevur við okkara æru at gera: Tónleik, sjónleik, bøkur, sang og gleði.

Soleiðis plagdi eingin at tosa. Og hesin merkiligi fríggjadagurin í januar, tá ið fólk løgdu arbeiðið niður í eitt samdøgur og komu úr øllum landinum at mæla fyri. At mæla fyri felagskapi og samanhaldi og ábyrgd, so at tað ongantíð hendir aftur, sum hendi tá. Soleiðis plagdi eingin at gera.

Ein kona er dottin á gongubreytini hinumegin vegin við gamla Fossbankan. Flísarnar liggja so óslættar, og summar eru næstan regnaðar burtur í ringari stoyping. Í skýmingini hevur hon fingið fótin í ein kant og er farin eftir høvdinum, tað bløðir av nasarygginum. Fólk eru komin til hjálpar, og har verður tosað um ábyrgd. Ein maður peikar upp á meg, og eg má verja meg, havi einki við kommununa at gera longur. Men á vegnum til hús hugsi eg, at tað ber til at fara á býráðið at kanna tað. Kanska havi eg havt ein part av ábyrgdini kortini. Har átti langt síðani at verið bøtt.

Komi eitt sindur pøstur til hús, men ein skón av ljósi er eftir á luftini enn. Kann gleðin standa við? Nú tingast tey um sakarmál og endurgjald, men hvussu verður við tí, sum hevur mest at siga? Í allari verðini síggja vit, at fólk ivast og síggja onga leið fyri sær. Vavd upp í kappingar um vald og pengar er samanhald ein býur í Russlandi og samstarv ein stovnur í Bruxelles. Tá liggur hetta lítla landið fyri okkum við sínum kegli og klandri og illsinni. Eisini her er fløkt, men vit síggja tað so vælsignað væl, alt sum tað er. Óeindin, sum kortini er ein heild. Aftan á kanningina síggja vit tað uppaftur betur, enn vit hava sæð tað fyrr, og í mun til onnur hava vit eitt arbeiði at gera, eina leið: At taka ábyrgdina av tí og seta okkum sjálvum tær treytir, tað krevur.

Vit eiga einsamøll ábyrgdina. Vit kunnu ikki fara í onnur lond og biðja um pengar fyri hana. Vit áttu ongantíð at kunnað sett onnur í ta støðu, at tey bæði skulu gjalda fyri okkum og hava skomm av sær sjálvum samstundis. Tann stóra kanningin er av, og tað verður ongantíð aftur nóg mikið at vera statistar í leiki, sum onnur skriva og stjórna. Snáva vit á flísunum, mugu við taka ábyrgdina av nasablóðinum eisini.