havt eina kenslu av, at nú klári eg at svarað øllum tí, sum lærarin og sensor nú einaferð kunnu finna upp á at spyrja um undir próvtøkuni, fortelur Sigmundur Hannesarson. Umframt at lesa nógv sjálvur hevur [...] 10,9 - Eg plagi at fáa millum 10 og 13 í øllum lærugreinum. Tað er líka í føroyskum, at eg ikki klári meg so væl. Har havi eg onkuntíð fingið eitt 9-tal, sigur Sigmundur Hannesarson, sum fyri nøkrum døgum [...] enn tað vanliga, mann plagar at hoyra frá øðrum, sum hava fingið høgar karakterir. Eg geri nógv við skúlan, sigur Sigmundur Hannesarson lítillátin. Hevur verið strævið Herfyri var Sigmundur Hannesarson til
úr ongum hugskotið at gera ein film um smør. Eg elski at syngja, og fólk siga, at eg dugi væl at fáa ting at ríma, so at eg valdi bara at skriva ein sang. Tað er ikki altíð líka lætt at gera sangir, og onkuntíð [...] arbeiði og heitti á meg at halda fram. Hetta gav mær veruliga gott sjálvsálit, sum eg havi havt gott av. At hoyra hann siga, at hann var akkurát sum eg sum yngri var eisini ordiliga gott at hoyra, tí hann er [...] byrja tey sjálvi at syngja Smørið. Onnur ringja so eisini bara fyri at siga, at teimum dámar ordiliga væl mínar filmar,« sigur Klæmint og flennur. »Summar tíðir verði eg noyddur til at gera telefonina
sannlíkt, at orsøkin nettupp er, at teir, sum skriva, sleppa undan at standa fram. At Jan Müller letur seg brúka til hetta, er sera skaðiligt fyri tað opna kjakið. Og tað tykist heilt øvut, at tann annars [...] veit, at eg skar sera nær spikinum. Jan sigur leygardagin, at eg skar í spikið. At mín illgruni ikki passaði. At hann sjálvur hevði analyserað seg fram til alt tað, sum stóð í greinunum. Alt tað, sum Jan [...] soleiðis er tað. Hjá teimum, sum verða álopin í Sosialinum uttan at vita hvør loypur á tey, kenst tað sum eitur. Men hetta eitur rakar eisini tey, sum skriva - ella vera hildin at skriva - oddagreinarnar.
Dekkarar, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at teir høvdu ikki væntað, at reiðarin fór at loysa skipið, meðan ósemja var um býtisprosent. - Nei, tað høvdu vit ikki væntað, og lítið er at ivast í, at navigatørar [...] ikki, hvussu málið fer at tørna út. Misstemningur Dekkarar siga, at reiðarin vil ikki siga monnunum, sum eru í landi, úr starvi, tí annars noyðist hann at rinda teimum tað, sum svarar til minstuløn í tveir [...] noyddar at loysa, tá ið reiðarin vildi hava teir at fara avstað. Gott samanhald Sum skilst, hevur sera gott samanhald verið umborð á Carlton og teir, sum nú eru í landi, vóna, at alt verður, sum tað var
fyrstu, sum koma at fáa fyrimunirnar og at systemið, sum skal tryggja data loyndarmál, er púra vatntætt. Tað, sum málið í veruleikanum snýr seg um, er fyrsta royndin at verja DNA hjá eini tjóð móti at verða [...] 2) Mær fyrikemur, at tað sum íslendingarnir fáa burt-ur úr gengranskingini er ókeypis medisin, sum kemur at verða framleitt við granskingini sum grundarlag. Ikki serliga nógv vil onkur halda og sæð í h [...] sendingini. Tó so mikið, at eg skilti, at menninir, sum kjakaðust, annar var tingmaður, hin yvirlækni og at kjakevnið var gransking av genum. Eg haldi enska sunnudagsblaðið THE OBSERVER, sum eg vanliga fái miðskeiðis
Kvinden og aben, sum eftir hennara tykki er tann vánaligasta av skaldsøgunum hjá Peter Høeg. Á Berlingske Tidende fer Jens Andersen so langt sum at siga, at við Den stille pige tykist Høeg at hava avskrivað [...] verða við, at tað hevur fingið ummælarar at kenna seg so kroystar at hálova bókini, at teir kolldøma hana fyri at prógva, at teir nettup ikki kenna seg kroystar. Hvussu er og ikki, kann Høeg ugga seg við [...] hinum ummælunum. Men hyggja vit at teimum sum heild, slepst ikki undan, at nýggja skaldsliga útspælið hjá Høeg er eitt stórt vónbrot. Á Weekendavísini leggur Lars Bukdahl sum vanligt ikki fingrarnar ímillum
løgmaður leitar eftir einum lykli, sum kann laga tað soleiðis, at Føroyar skjótast gjørligt koma at flyta seg frá filétfabrik til idéfabrik . Hetta flotta hugtakið, sum onkur nálastríputur yuppie-spinnari við [...] m, Jørgeni Niclasen, valdi Hjalti í Jákupsstovu at flyta ein framúr góðan, fyri ikki at siga snildan, leik, sum í fyrsta lagi hevur havt tað við sær, at landsstýrismaðurin av navni, Bjørn Kalsø, stóð púra [...] g, við íslendska kóvboybiologinum sum skjaldsveini, so eigur ein almenn rás at vera somikið at sær komin, við kompetentum starvsfólki, at slíkt humbukk ikki eigur at koma nær í námindi av eini studiomikrofon
liðið, sum teir, ið annan sunnudag skulu spæla móti Kekkia á Svangaskarði, fara at verða valdir millum. Við at velja spælararnar longu í gjár hevur landsliðsvenjarin valt at halda fast við, at landsliðið [...] koma í ta støðu, at hann verður noyddur at taka nýggjar spælarar út eftir vikuskiftið, tí onkur av teimum fyrstu átjan vegna skaða verður noyddur at geva avboð. Hetta hevur aftur við sær, at tað kann kennast [...] honum ella teimum, sum so at siga fáa boð í seinna umfari, men hetta mugu spælararnir læra seg at liva við. Hava bitið seg fastar Tað eru tvey nøvn á listanum hjá Allani Simonsen, sum neyvan nakar hevði
bæði londini. Við hesum grundarlagi ber veruliga til at fara at tosa um reellan sjálvstýrispolitikk í Føroyum. Eg vil fara so langt sum at siga, at okkara uppskot um eina Sjálvstýrislóg er ikki longur [...] tá hon á blaðsíðu 67 sigur, at tað er ynski um grundleggjandi broytingar á trimum viðurskiftum, sum eru orsøkin til hesa fullveldistilgongd. Tað eg her royni at siga er, at eg hóast ikki samdur um fullveldið [...] sáttmálar við onnur lond enn tær núverandi. Men tað, sum eg samstundis royni at siga er, at ikki er neyðugt at fara yvir um ánna eftir vatni. Vit kunnu fremja áðurnevndu grundleggjandi broytingar í einari nýggjari
er tað langt síðani. Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? ? Hatta er ein trupul spurningur. Eg vil siga, at hann fyllur rímuliga nógv í gerandisdegnum, og at eg hoyri nógvan tónleik. Tónleikurin, eg lurti [...] havi eg aldrin kent meg drignan at nøkrum ljóðføri Syngur tú undir brúsuni? - Vanligvís ikki, men eg skal tó ikki siga, at tað ikki er hent. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? - Um eg havi [...] ? Eingin. Hvat er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? ? Havi hugsað eitt sindur um hatta. Haldi næstan, at tað var ein hjá Boney M, sum javnan var at hoyra í kvøðuljómunum fyri nógvum árum síðani