Er snúður komin í telefonkáplarnar hjá Sigmari?

Tórbjørn Jacobsen


Nú skuldi tað vísa seg, at Høgni Hoydal gjørdist nærum profetiskur, táið hann, í einum tíðindakuti í sjónvarpinum, sum varð upptikið seinrapartin týsdagin, helt fyri, at tað tókiskt sum øll samfelagsskipanin hevði koppað sær á, nú tá ið politikarar vóru farnir at tosa sum embætismenn, og embætismenninir bráðliga vóru farnir at tosa sum politikarar. Hann hugsaði ivaleyst um dalandi visiónsballónina uppi á Hotel Føroyum, har løgmaður leitar eftir einum lykli, sum kann laga tað soleiðis, at Føroyar skjótast gjørligt koma at flyta seg frá filétfabrik til idéfabrik. Hetta flotta hugtakið, sum onkur nálastríputur yuppie-spinnari við loðnum lógvum hevur lagt sosialdemokratiska oddvitanum í munnin, og sum hann ivaleyst av óvart er farin at mutla fram fyri seg, táið hann so av og á roynir at progressivera seg sjálvan á visiónstorginum og tómu løturnar treingja til eitt kick.
Spádómurin, ella uppáhaldið, varð sementerað sum beiskur veruleiki í tíðindasendingini hjá útvarpinum hetta sama kvøldið.
Eftir skotríðurnar frá magnfulla, eleganta og kontanta hugsjónarmanninum á fiskivinnupolitiska økinum, Alfredi Olsen, og skuggalandsstýrismanninum og veruliga makthavaranum í fiskivinnumálum, Jørgeni Niclasen, valdi Hjalti í Jákupsstovu at flyta ein framúr góðan, fyri ikki at siga snildan, leik, sum í fyrsta lagi hevur havt tað við sær, at landsstýrismaðurin av navni, Bjørn Kalsø, stóð púra massfoss, og visti hvørki út ella inn, táið hann varð spurdur, hvat hann ætlaði sær at gera við málið, nú stovnurin sjálvboðin var farin í offensivin og bað um at verða gradaður og kannaður úr høvdi í reyv.
Um Sigmar Bláberg gongur við einum bippara uppi á sær, sum Fólkaflokkurin hevur fíggjað og latið honum, tað veit onkur, men ongin sum ferðast í politisku skipanini ivast í at Jørgen, sum ikki einaferð, hevði lagt eitt gott orð inn fyri seg sjálvan, nú hann fór avstað við dastinum av tíðindasendingini. Trupulleikin hjá lurtaranum var bara, at hann tosaði sum vísundamaður, um hvussu toskastovnurin hevur háttað sær í gjøgnum eina heila øld, og um hvussu lívfrøðiligu útlitini vóru frameftir. Og so fýrdi hann alla svaduna hjá Jón Kristjánssyni av, einaferð afturat. Mikrofonhaldarin mundi halda væl til standa, kyndi undir bálið, og so hevði hann leverað teir minuttirnar, sum eru hansara dagsins gerningur í hesi alment goldnu public service rásini.
Fyri tað um Jørgen Niclasen gongur runt og heldur seg vera ein autodidaktan fiskifrøðing, við íslendska kóvboybiologinum sum skjaldsveini, so eigur ein almenn rás at vera somikið at sær komin, við kompetentum starvsfólki, at slíkt humbukk ikki eigur at koma nær í námindi av eini studiomikrofon.
Tíðindakutið um toskastovnin snúði seg eittans um standin hjá føroyska toskastovninum, um biologisku viðurskiftini, og spurningarnir vóru av slíkum slagi, at tað hevði verið heilt sjálvsagt, at Hjalti ella ein av hansara sveinum svaraðu teimum. Sferan var faklig og als ikki politisk.
Sjálvur sat eg eftir við spurninginum, um snúður mundi vera komin í telefonkáplarnar hjá Sigmari, ella um Jørgen stendur so frammalaga í teleskrá hansara, at hann av misgávum er komin at ringja til skeiva adressu í allari ferðini, sum oftani eyðkennir tíðindastovurnar stutt fyri lokafreistina. Men, tá ið hetta eftirhondini er vorðið reglan heldur enn undantakið, er niðurstøðan, at almenna public service rásin raðfestir vísundastøðið hjá Jørgeni væl hægri enn tað hjá Hjalta. Tá er ongin orsøk til at kanna Fiskirannsóknarstovuna, sum Hjalti sjálvur hevur skotið upp. Tá er líka frægt at leggja hana niður alt fyri eitt og fáa staðfest endaliga í politisku skipanini, at Jørgen og Fólkaflokkurin er føroyski vísundastovnurin, tá ið tað ræður um fiskastovnar og fiskifrøði og hartil alt granskingarhøpið, ið hevur hingið uppi við hesum framkomna stovni, síðani hann varð skipaður og fór at virka í føroyskum regi.
Sum sagt, annaðhvørt er snúður komin í telefonkáplarnar hjá Sigmari Bláberg, ella er hann vorðin forvirraður av hasum bipparanum, sum Jørgen hevur lagt niður í fikku hansara, ella mega Jógvan Jespersen, Jógvan Arge og Jóhann Mortensen í triðja lagi koma upp úr sínum djúpu vaggingarstólum og siga okkum, um hetta er politikkurin hjá Kringvarpinum. Teir hava fingið eitt mandat og eina ábyrgd á hesum almenna stovni, sum skal eitast at vera objektivur, og sum føroyingar gjalda tíggjutals milliónir fyri um árið, ið krevur, at teir megna at halda so á leið skil á, hvat ið verður varpað út um allar geilar.
Heldur hetta lagið fram skal man so rokna við, at Kári P. Højgaard skal spyrjast um, hvussu undirsjóvar linjuføringin skal vera ímillum Streymoynna og Sandoynna, at Andrias Petersen fer at vera spurdur um, hvussu hann heldur at komandi vetnismotorurin umborð í nýggju Nólsoyarferjuni skal deseinast ella at Olav Enemoto skal spyrjast um, hvussu ein kúgv í onkrum fjósi í landinum skal kurerast fyri mjólkafepur, skuldi so illani veitt við?
Latið okkum koma aftur á slóðina, har ið skómakarin fyri tað mesta heldur seg til sín leist. Har embætismenn, frøðingar og politikarar tosa um tað, sum teir áttu at havt skil fyri. Gongur spádómurin hjá Høgna út, endar alt í einum hurlivasa, í einum ruðuleika, tí hava allar góðar kreftir skyldu til at rudda upp í hesum eskalerandi óskili. Fyri tað um visiónsballónin hjá løgmanni er somikið tódnað, at hon lendir á jørðini hvørja løtu, er ongin orsøk til, at hesin fyrr so stolti stovnur í framsøkn, hugsi í hesum føri um Útvarp Føroya, neyðlendur av berum ósketni og gerst ein bági fyri samfelagið. Hetta er ikki skrivað av obsternasigum illvilja, men er eittans ætlað sum eini vælmeint ráð til teirra, ið hava eftirlitið við meskavíddunum í almennu public service rásunum og sum hava skyldu til at tryggja fólkinum ein so væl kvalifiseraðan og objektivan tíðindaflutning sum yvirhøvur til ber.