Misstemningur millum manning

At navigatørar og maskinmenn eru farnir við Carlton, meðan dekkarar eru í landi, kann koma at skapa ein misstemning millum manningina, tá ið viðurskiftini eru komin upp á pláss aftur

Carlton

 

Nú Carlton er til fiskiskap, meðan stríð er millum reiðaran, Hanus Hansen og Føroya Fiskimannafelag um býtisprosent, eru 5 dekkarar og kokkur í landi.

Dekkarar, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at teir høvdu ikki væntað, at reiðarin fór at loysa skipið, meðan ósemja var um býtisprosent.

- Nei, tað høvdu vit ikki væntað, og lítið er at ivast í, at navigatørar og maskinmenn hava kent seg noyddar at loysa, tá ið reiðarin vildi hava teir at fara avstað.

 

Gott samanhald

Sum skilst, hevur sera gott samanhald verið umborð á Carlton og teir, sum nú eru í landi, vóna, at alt verður, sum tað var frammanundan, tá ið viðurskiftini koma upp á pláss aftur.

- Stemningurin hevur verið góður, og vit hava verið sum ein familja. Okkara ynski er, at alt verður, sum tað var.

Dekkararnir siga, at vinskapurin millum fólkið umborð hevur verið stórur.

- Nú skipið er til fiskiskap uttan limir úr Føroya Fiskimannafelag, er eitt nú navigatørurin Ivan Holm við, meðan hálvbróðurin Benny Mortensen er í landi sum dekkari. Aðrir menn eru bestu vinmenn, men í løtuni er kanska annar umborð – og hin í landi.

Nakrir av manningini vóru eisini við Sheanne, núverandi Carlton, tá ið Bjarti Mohr átti skipið.

- Býtisprosentið hjá manningini hevur øll árini verið 27. Á fyrsta túri eftir, at Hanus Hansen keypti skipið, vórðu vit eisini avroknaðir eftir hesum prosenti, men síðan fór prosentið niður á 23,24.

Dekkararnir halda, at teir hava gjørt sítt til fyri at fáa eina loysn.

- Longu fyri meira enn einum ári síðan søgdu vit, at vit kundu gingið við til eina minni lækking, um hetta galt alla manningina, men summir av yvirmonnunum hava ikki viljað gingið við til hetta.

Tað hevur annars ljóðað, at yvirmenninir við Carlton eru farnir niður í hýru.

- Men hetta er ikki rætt. Skiparin fekk áður 1,6 part av 27% umframt frítíðarløn, men í dag fær hann 2,75% av 20. Tað gevur honum umleið 12.000 krónur meira fyri hvørja miljón – og er soleiðis eingin lækking.

 

Vantandi uppgerð

Dekkararnir siga, at Hanus Hansen fleiri ferðir hevur róð fram undir, at býtisprosentið er hægri, enn skipið kann bera, men við tað, at tað hevur gingið so striltið við at fáa uppgerð, hevur verið torført at fylgt neyvt við, hvussu veruliga støðan hevur verið.

- Vit hava ikki viljað gjørt nakra avtalu við reiðaran um lægri býtisprosent, tí vit hava ikki hildið okkum havt heimild til hetta. Slíkar avtalur skulu ganga um fakfelagið hjá okkum, sum er Føroya Fiskimannafelag. Hetta hevur borið til áður, eitt nú á sildaveiði, og hví skal tað ikki bera til nú, um reiðari og felag meta, at grundarlag er fyri hesum? spyrja teir.

Dekkarar siga, at munurin millum tey 27% og tey 23,24%, sum reiðarin hevur goldið yvir longri tíð, snýr seg um eina lítla miljón krónur.

- Vit hava nú latið sakførara málið, og stevnt verður eftir hesi upphædd, men enn vita vit ikki, hvussu málið fer at tørna út.

 

Misstemningur

Dekkarar siga, at reiðarin vil ikki siga monnunum, sum eru í landi, úr starvi, tí annars noyðist hann at rinda teimum tað, sum svarar til minstuløn í tveir mánaðir.

- Vit hava sagt, at skulu vit umborð aftur, tá ið stríðið um býtisprosentið er av, skal hetta, sum er hent, ikki fáa nakrar avleiðingar fyri okkum. Vit eru til reiðarar at fara umborð aftur, tá ið málið er loyst – og síðan tosa vit ikki meira um tað, sum liggur aftanfyri.

Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, hevur sagt, at um felagið slakar við býtisprosentinum fyri manningina við Carlton, er lítil ivi um, at aðrir skipabólkar eisini fara at leggja upp til eitt lægri býtisprosent.

- Hesum eru vit als ikki ósamdir í. Vandi er fyri, at eftir reiðaran á Carlton koma teir, sum eiga djúpvatnstrolarar, ísfiskatrolarar og línuskip.

Í aðrar mátar halda dekkararnir, at vandi er fyri, at gamli eigarin av Carlton, Bjarti Mohr, sum fleiri ferðir royndi at fáa býtisprosentið niður, fer at krevja endurgjald fyri ov nógv goldna hýru.

- Hóast reiðarin hevur goldið eitt lægri býtisprosent, eiga vit kortini fleiri túrar til góðar hjá felagnum. Vit hava landað seks ferðir í ár, men hava bara fingið fyri tveir av túrunum.

 

Alt umborð

Nú dekkararnir á Carlton hava gingið heima, hevur onkur fingið í boði at gera onkran avloysaratúr við øðrum skipum, men hetta hevur verið lættari sagt enn gjørt, um teir nú vildu tað.

- Alt hjá okkum liggur umborð á skipinum, bæði pass, heilsubræv, sjóklæði og annað, og tí er ikki lætt hjá monnum at taka nakran túr.

Líkt er tó til, at teir flestu neyvan høvdu farið nakran túr beint í løtuni, tí teir heldur vilja bíða og síggja, hvussu leikur fer í trætuni millum reiðaran, Hanus Hansen og Føroya Fiskimannafelag.