Blankokekkurin frá Jan Müller

Hvørt ár standa einar hálvttriðjahundrað oddagreinir í Sosialinum. Har verða dagsins mál umrødd. Navngivnir persónar verða eisini umrøddir. Sum oftast sakliga. Men farnu árini hevur tónin ofta verið so harðligur og grovur, at tað hevur verið uttan fyri alt mark. Eisini injuriumarkið.

Men tann størsti trupulleikin við hesum oddagreinum er, at fólk, sum í heilum eru fyri grovum ærumeiðingum, ikki vita, hvør stendur aftanfyri. Hvør skrivar.
Í greinini verður ofta sagt "okkara hugsan er", og "vit halda". Men hvørji eru hesi "vit"? Eru tað Jan Müller og Eirikur Lindenskov? Eru tað øll tey, ið starvast á Sosialinum? Ella er tað eigari blaðsins, Føroya Javnaðarflokkur?
Tvey svar uppá hesar spurningar komu í Sosialinum í farnu viku. Eitt í eini oddagrein, og eitt frá Jan Müller.
Sambært báðum svarunum merkir "vit" bara Jan Müller. Hann hevur ikki bara tað formligu ábyrgdina sum ábyrgdarblaðstjóri, nei, hann stendur persónliga fyri hvørji einastu oddagrein. Eingin uttanfyristandandi hevur minstu ávirkan. Jan kallar tað enntá "hunddálking" og "konspiratiónsteori" at siga nakað annað enn, at Jan skrivar allar oddagreinarnar.
Hetta er nakað løgið nakað at siga. Tí tað er ikki satt. Fyri tað fyrsta er Jan í feriu nakrar vikur um árið. Viðhvørt er hann uttanlands. Onkuntíð er hann ikki til arbeiðis av øðrum orsøkum. Kortini standa hvønn einasta dag oddagreinar í blaðnum. Í hansara navni. Men hann skrivar tær ikki. Hann sær tær neyvan heldur, áðrenn tær eru prentaðar.
Og hann skrivar heldur ikki allar greinarnar sjálvur, tá hann er til arbeiðis.

Blankokekkur
Sannleikin er, at fleiri persónar skriva - men teir sleppa undan at stíga fram. Jan Müller tekur ábyrgdina fyri teir. Teir fáa ein blankokekk frá Jan, so at siga.
Hevði alt tað skrivaða verið siðiligt og sakligt, var trupulleikin ikki so stórur. Men tað er tað ikki. Stundum er tað grovt og ærumeiðandi. Tað er sannlíkt, at orsøkin nettupp er, at teir, sum skriva, sleppa undan at standa fram.
At Jan Müller letur seg brúka til hetta, er sera skaðiligt fyri tað opna kjakið. Og tað tykist heilt øvut, at tann annars so frálíki blaðstjórin ger tað. Eingin hevur nevniliga sum hann skrivað um, at hetta sama opna kjak er demokratisins hornasteinur.
Men hann letur seg brúka. Tað skrivaði eg einaferð eina grein um undir heitinum "Jan Müller leggur eitur í samfelagið". Tað var eitt sera grovt heitið, men soleiðis er tað. Hjá teimum, sum verða álopin í Sosialinum uttan at vita hvør loypur á tey, kenst tað sum eitur.
Men hetta eitur rakar eisini tey, sum skriva - ella vera hildin at skriva - oddagreinarnar. Tey koma støðugt undir mistanka. Sum oftast helst av órøttum. Men tað er ikki mín skyld. Tað er Jansa skyld.
Í farnu viku bendi sera nógv á, at Jóannes Dalsgaard hevði havt ein fingur við í spælinum í tveimum oddagreinum.
Tann illgrunan skrivaði eg um. Eg veit, at eg skar sera nær spikinum. Jan sigur leygardagin, at eg skar í spikið. At mín illgruni ikki passaði. At hann sjálvur hevði analyserað seg fram til alt tað, sum stóð í greinunum.
Alt tað, sum Jan sigur í greinini leygardagin, er ikki rætt. Men er hetta rætt, fari eg at biðja bæði Jan og Jóannes um umbering.
Men eg fari eisini at loyva mær at minna á, at tað ikki loysir trupulleikan. Hvørja ferð onkur verður álopin í oddagreinini í Sosialinum, koma nøkur fólk undir mistanka. Tí hóast Jan helst skrivar tær flestu, so vita øll, at hann ikki skrivar allar hesar greinar.
Tí átti Jan Müller at tikið blankokekkin aftur. Tað sama áttu aðrir blaðstjórar at gjørt.

Skarprættarin
Jan sigur eisini í greinini, at undirritaði, sum fyrr var bæði "fryntligur og skilagóður", nú er púra hamskiftur. Nú síggi eg meg bæði sum ein "ákæra, dómara og skarprættara", sum er "vandamikil fyri seg sjálvan og fyri demokratiið", sigur hann.
Tað rokni eg nú við, at Jan meinar sum skemt.
Sjálvur haldi eg, at Jan framvegis er líka fryntligur og skilagóður sum altíð. Blaðið hjá honum er eisini frálíkt. Eg haldi bara at hann ger eitt stórt mistak við hasi oddagreinini. Og tað er ikki sagt fyri at hunddálka Jan. Tað er sagt í bestu meining.