Eitt sindur um genir

Ørminnist um, at onkuntíð í summar hevði eitthvørt føroyskt blað, haldi tað mundi vera Dimmalætting, ein stubba um gengransking í Íslandi. Minnist meg rætt, so varð nevnt, at hetta kom helst at vera munagóð inntøkukelda hjá grannunum vestan hav. Og, sum ikki eina ferð, varð rikið fram undir, at her kundu vit kanska spæla við, tí vit eru jú rótføroyskir oyggjabúgvar (ikki eru vit meira rótføroysk enn som at næstan allir føroyingar eru ættaðir frá donskum prestum, sum tey seinastu fýra-fimmhundrað árini eru komnir higar til lands og hava gjørt um seg).

Burtursæð frá tíðindasendingunum lurti eg lítið eftir Útvarpi Føroya og serliga sjáldan eftir Fimmaranum, sum, fyrikemur tað mær, aloftast er heldur banalur ella vatndeyvur, sum onkur vildi sagt. Miðvikudagin 11. í hesum mánaði kom eg av tilvild ta tendra. Klokkan hevur tá verið nærri seks enn fimm. Hoyrdi tí bert lítlan part av sendingini. Tó so mikið, at eg skilti, at menninir, sum kjakaðust, annar var tingmaður, hin yvirlækni og at kjakevnið var gransking av genum.

Eg haldi enska sunnudagsblaðið THE OBSERVER, sum eg vanliga fái miðskeiðis í vikuni. Henda sama miðvikudag fekk eg blaðið frá sunnudegnum 8. november. Hugdi ikki í tað fyrr enn morgunin eftir. Har fann eg grein við yvirskriftini Steam rises over Iceland gene pool. Hon moti-veraði meg at lurta eftir Fimmaranum, tá hann varð endursendur hósdagin seinnapartin.

Tað, sum eg fekk burtur úr sendingini var, at yvirlæknin vardi tey stig íslendingar hava tikið innan gengransking og at hann var farin at samarbeiða við DeCoda Genetics. Mær fyrikom, at yvirlæknin var ikki sørt skinklutur í síni argumentatión. Ov nógv staming virkar ongantíð yvirbevísandi. Seinasti maður, sum ringdi til Fimmaran, spurdi um licensið hjá DeCode var eitt monopol og um tað var avmarkað í tíð. Haldi ikki nøktandi svar varð givið.

Havi loyvt mær at umseta greinina í The Observer til føroyskt og verður hon her endurgivin undir yvirskriftini Klandur um íslendsku genirnar.

Fólk trúðu, at íslendingar vóru væl vardir móti vísindaligari neyðtøku og ráni. Men ein roynd hjá egnum vísindamonnum at gera sær dælt av tjóðarinnar ættarbondum og nýta tey sum inntøkukeldu í sambandi við framtíðar framleiðslu av medisini, hevur útloyst eina globala øði.

Vísindamenn og lógarkønir í USA og Europa fasthalda, at tiltakið bæði er óetiskt víðopið fyri misbrúki og helst eisini ólógligt.

Íslendingar við statsministaranum Dávidi Oddsyni á odda svara aftur við pástandi um, at kritikararnir í stóran mun hava misskilt tiltakið og at teir harafturat gera seg sekar í at spreiða út misinformatiónir.

Ein kritiskur rapportur í tíðarritinum Science var skírdur láturligur av leiðaranum av tiltakinum, Kára Stefansyni, sum sjálvur er mitt í brennideplinum í ósemjuni.

Hesin fyrrverandi Harvard granskarin hevur stovnað felag, DeCode Genetics, við endamálinum at vinna nógvan pening burtur úr tí veruleika, at fólkið í Íslandi er eitt tað mest inngifta (inbred) í heiminum.

At íslendska fólkið upp gjøgnum tíðirnar er so lítið íblandað við fremmand ger, at hetta fólkið er so sera virðismikil kelda til kannan av arvaligum sjúkum. Internationalir gene spekulantar (»prospectors«) hava ávíst fleiri sjúkdóms genir við at útnytta nógv inngift (inbred) fólkasløg. Stefanson skírir hetta »helikopter science« (tyrlu vísind).

»Feløg flúgva inn, taka tað tey vilja og flúga síðan útaftur. Eg havi gjørt av við meg sjálvan, at eingin skal sleppa at gera tílíkt í Íslandi«.

Tí, sigur hann, hevur hann stovnað DeCode við 7,5 milliónum dollarum av internationalum (sic) kapitali. Og nógv hava feløgini verið, sum bjóðaðu at seta pening í fyri at fáa atgongd til Íslands sermerktu arvaeginleikar. Afturfyri skulu íslendingar fáa ókeypis (sic) medisin, sum framleitt verður við hesum kanningum sum grundarlag. Lógaruppskotið er lagt fyri Al-tingið.

Sjálvt um flestu íslendingar eru fyri tiltakinum, so hevur tað skelkað øll onnur. Kommissiónin til datavernd hevur ta uppgávu, at tiltakið er brot á europeisku mannarættindakonventiónina (European Convention of Human Rights) og kann tí føra til, at tað verður dømt ólógliga av europeiska dómstólinum í Strasbourg.

Í protestskrivi til íslendska statsministaran frá Henry Greely professara í jura á Stanford Universit og genetikaranum Mary-Claire King á Washington University siga tey bæði, at projektið inniber álvarslig etisk og vísindalig ivamál (»serious ethical og scientific questions«). Tey pointera, at tað er meira enn ivasamt um publium kemur at fáa nakra sum helst nyttu burtur úr tiltakinum, meðan privatu investorarnir í DeCode koma at vinna ovurhonds nógvan pening.

Hesar atfinningar hava uppøst DeCode fólkini og Oddson. Tey skuldseta Greely og King fyri at úttala seg um nakað, tey ongan sum helst kunnleika hava um, at íslendingar verða tey fyrstu, sum koma at fáa fyrimunirnar og at systemið, sum skal tryggja data loyndarmál, er púra vatntætt.

Tað, sum málið í veruleikanum snýr seg um, er fyrsta royndin at verja DNA hjá eini tjóð móti at verða útnyttað av altjóða farmaseutiskum virkjum. Báðir partarnir hevda, at hvør teirra styðjar tað prinsipiella í málinum. Men tað eru teir smáu bókstavirnir, sum skilja ? by miles.

Hetta er, í føroyskari týðing, tað sum the Science Editor hevur at siga um íslendska genproblematikkin. Sæð frá leikmansins sjónarmiði ein nokk so objektiv grein, skilt soleiðis, at partarnir báðir, teir, sum eru fyri og teir, sum eru ímóti, fáa nøkurlunda eins stórt rásarúm hvør.

Okkurt er sum ikki hongur alt ov væl saman, t.d.:

1) Sambært greinina kann tað illa skiljast annarleiðis enn at allur eginpeningurin í DeCode Genes er á útlendskum hondum. Tí er tað eitt sindur trupult at síggja munin millum tað, sum Stefanson kallar »helicopter science« og tað íslendska set-upið. Tað er líkasum logikkurin hjá Harvard granskaranum ikki er heilt í lagi.

2) Mær fyrikemur, at tað sum íslendingarnir fáa burt-ur úr gengranskingini er ókeypis medisin, sum kemur at verða framleitt við granskingini sum grundarlag. Ikki serliga nógv vil onkur halda og sæð í handilsjavna høpi, eingin revolusjón.


Sofus Olsen