Heili tíggju ár komu at ganga, áðrenn kendi danski rithøvundurin Peter Høeg aftur lat hoyra frá sær. Og ikki minst av teirri orsøk, hava væntaninar til hansara nýggju bók, Den stille Pige, sum kom út fríggjadagin, verið ovurhonds stórar. Tess snópisligari er kenslan nú í kjalarvørrinum á fyrstu ummælunum í teimum stóru donsku ávísunum.
Keðsemi á høgum støði
Rætt skal vera rætt. Á B.T, sum hevði sníkt seg til at ummæla bókina fleiri dagar, áðrenn hon kom út, fekk Den stille pige fimm av seks stjørnum. Og inn ímillum eru eisini glottar at hóma í onkrum av hinum ummælunum. Men hyggja vit at teimum sum heild, slepst ikki undan, at nýggja skaldsliga útspælið hjá Høeg er eitt stórt vónbrot.
Á Weekendavísini leggur Lars Bukdahl sum vanligt ikki fingrarnar ímillum. Aldrin fyrr hevur hann sæð nakað líknandi forvrøvlað, excentriskt og grovt útspekulerað kitsj. Á Politiken var Bjørn Bredal um at sovna og harmast, tá hann raknar við aftur, um at talentið hjá Høeg fer til spillis í einum prædikusavni í skaldsøguhami. Geispandi gjøgnumhugsað, er niðurstøðan hjá Bredal, meðan hann, sum fleiri av hinum ummælararnum, staðfestir, at bókin tíverri ikki megnar at skapa samband við lesaran.
Hesum tekur John C. Jørgensen á Ekstra Bladet undir við, men viðgongur, at hann keddi seg á høgum støði. Sum lívsfilosofi er bókin áhugaverd, men sum skaldsøga virkar hon ikki, sambært Jørgensen.
Ummælarin á Information, Marianne Ping Huang, roynir sítt besta at finna okkurt gott at siga, men heldur ikki hjá henni finnur bókin nakra náði, tá av tornar. Den stille pige er ein endurtøka av Kvinden og aben, sum eftir hennara tykki er tann vánaligasta av skaldsøgunum hjá Peter Høeg.
Á Berlingske Tidende fer Jens Andersen so langt sum at siga, at við Den stille pige tykist Høeg at hava avskrivað seg sjálvan sum listamann
Eitt sindur mildari viðferð fær bókin frá Jakob Levinsen á Jyllands-Posten, sum hóast hann heldur bókina vera irriterandi og ikki til at halda út í løtum, kortini samanumtikið ikki vildi verið hana fyri uttan.
Mytan selur
Hóast ummælið hjá Jens Andersen kanska er tað hvassasta av teimum øllum, ger hann sær tann ómak at hugleiða eitt sindur um, hvat tíggju ára skaldslig tøgn ger við ritverkið hjá einum høvunda. Sambært Andersen fær Den stille pige í øllum førum ikki fjalt út yvir ein rithøvund, sum listarliga hevur rent á land í sínum innara heimi og ikki longur tykist megna at fortelja eina søgu á skrift.
Tað kann undra, at Andersen ikki samstundis nýtir høvið at gruna yvir, hvat alt rumblið kring hesa útgávuna møguliga hevur gjørt við ummælini av henni. Onkur vil verða við, at tað hevur fingið ummælarar at kenna seg so kroystar at hálova bókini, at teir kolldøma hana fyri at prógva, at teir nettup ikki kenna seg kroystar.
Hvussu er og ikki, kann Høeg ugga seg við, at bókin nokk fer at selja væl kortini
- Tað er mytan Høeg, sum fær fólk at keypa bókina. Tey keypa hana ikki, tí tey hava lisið ummælini, vóru Bukdahl og Andersen samdir um í práti við Politiken herfyri.