Eg vil bara fáa fólk at flenna

»Eg eri rættiliga løgin«. Soleiðis tekur 14 ára gamli Klæmint Klakk úr Klaksvík til, ið eftir ógvuliga stuttari tíð er vorðin eitt sera kent andlit í Føroyum. Teir síðstu tveir mánaðirnar hevur Klæmint skrivað sangir og gjørt eina rúgvu av stuttligum og originalum filmum, sum hann hevur lagt út á youtube. Dagliga eru tað væl omanfyri túsund fólk, ið klikkja á filmarnar hjá Klæminti. »Eg ynski bara at vera stuttligur og fáa fólk at flenna« sigur Klæmint, ið veruliga hevur fingið vind í seglini at blíva Føroya næsti komikari

Eg koyrdi for nógv smør uppá breyðið. Uhuu. So nógv at mamma mín hon segði. Uhuu. Smør tað veksur ikki á trøum. Uhuu. Jamen tað stendur í nógvum bløðum.
Soleiðis ljóðar petti av fyrsta versi í best umtókta sanginum hjá Klæminti. Smørið er ein skeivur sangur við skeivum teksti og skeivum videolag, sum handlar um, hvussu nógv Klæmint elskar smør. Og tað er hann ikki einsamallur um. Tað eru nevniliga yvir 20.000 føroyingar, ið hava hugt eftir hesum løgna og stuttliga sangi á heimasíðunum Youtube og Facebook. Umframt smørið hevur Klæmint gjørt filmarnar Tær bestu Sólbrillurnar, Gangsta Sokkar, Klæmint & Bob og nógvar aðrar. Samanlagt eru hansara filmar blivnir hugdir eftir yvir 55.000 ferðir.

Zacharias Hammer fekk áhugan at blomstra
»Eg havi altíð havt áhuga fyri at gera film. Áðrenn eg fekk útgerðina, sum eg havi í dag, brúkti eg mína far­tele­fon at filma við. Men tað var ikki optimalt. Tað var ikki, fyrr enn eg bleiv konfirmeraður í heyst, at eg fekk møgu­leikan at gera betri filmar,« sigur Klæmint, »eg fekk eitt filmstól frá mammu og babba í konfirmatiónsgávu, og fyri pengarnar eg fekk, keypti eg mær eina góða teldu.«
»Í skúlanum skuldu vit hava eina ser­lærugrein, og hevði eg miðlar. Har sluppu vit at gera filmar, har eg m.a. spældi høvuðsleiklutir í ymsum film­um. Tá blomstraði áhugin fyri filmi veru­liga, og tað at vit høvdu Zakaris Hammer til lærara gjørdi tað bara meira áhugavert,« sigur Klæmint.

»Vit eru faktist tríggir«
»Mær dámar ógvuliga væl at gera løg­in ting. Um eg skal siga tað sjálvur, so hugsi eg rættiliga skeivt og løgið,« sig­ur Klæmint og smílist. »Í skúlanum eri eg altíð tann, sum skal koma við ein­ari býttari viðmerking til lærararnar. Onkuntíð fáa teir for nógv og blíva illir, men sum oftast fara teir bara sjálvir at grína,« sigur Klæmint og flennur.
»Tað vóru upprunaliga tveir vin­menn, Mikkjal Olsen og Tróndur Fuglø, sum byrjaðu okkara filmsfram­leiðslu­felag FaroesePancakes, og kom eg uppí seinni. Endamálið var bara at gera film­ar til okkum sjálvar og okkara vin­fólk, sum vit kundu flenna eftir saman. Vit høvdu ongantíð nakrar planir um at røkka út í hvørja stovu og hvørt kamar í Før­oya landi,« sigur Klæmint.
»Í okkara fyrsta filmi vóru vit allir tríggir við. Hann æt Uttandurasendingin og snúði seg um ting og sakir, sum ein kann gera úti. Vit ætlaðu at gera fleiri partar av Uttandurasendingini, men tað kom ongantíð longri enn til tann eina partin.«
»Tað vísti seg tíverri, at vit ongantíð høvdu tíð at gera film samstundis. Tá ein kundi, kundu hinir ikki, og tí kom ikki so øgiliga nógv burtur úr hjá okk­um. Men eg vildi tó gera filmar, so eg fór í gongd við mín fyrsta film einsa­mallur við mínum nýggja útstýri. Eg spurdi so Mikkjal og Trónd, um eg bara kundi leggja filmin út gjøgnum FaroesePancakes, og tað høvdu teir einki ímóti. Síðani gjørdi eg ein film aftrat og ein triðja. Til síðst vóru tað næstan bara mínir filmar í felagnum.«
Spurdur um tað ikki er torført at gera all­ar film­ar­nar einsa­mall­ur svarar Klæm­int: »Jú, tað er ikki eins lætt, sum tá man er fleiri. Hin­vegin er man sum einsa­mall­ur ikki eins tengd­ur at øðr­um. Eg havi eitt stativ, har eg kann stilla films­tólið á,« sigur Klæmint og skoytir uppí »men tað er nokk so keðiligt á tann hátt, at tað ikki er gjørligt at gera rørsluscenir.«

200 vinarumbønir á Facebook
Filmarnir hava gjørt Klæmint til eitt kent andlit, og merkir hann tað eisini dagliga upp á egnan kropp.
»Tað er ofta at onkur steðgar mær og sigur okkurt við meg. Ofta er tað fólk, sum eg als ikki kenni, ið siga »Hey tú, kulir filmar«. Tað haldi eg sjálvsagt er øgiliga stuttligt, tá man ongantíð hev­ur verið vanur við tað fyrr,« sigur Klæm­int og smílist, »men onkuntíð verð­ur tað tó eitt sindur ov nógv av tí góða. Eitt nú á Norðoyarstevnu, tá róptu fólk rættuliga ofta á meg »Hann sjálv­ur við smørinum, mega kuuuul« sig­ur Klæmint.
Fartelefonin hjá Klæminti ringir eis­ini ofta. »Umleið tríggjar ferðir um dagin ringja fólk til mín. Hetta eru fólk, sum eg ongan­tíð havi sæð fyrr og als ikki kenni. Sum oftast eru tað fleiri gentir saman, ið ringja til mín, har tær allar standa og fnisa hinu­megin hornið. Onkun­tíð biðja tey meg syngja Smørið, men tað tími eg ikki. Aðrar tíðir byrja tey sjálvi at syngja Smørið. Onn­ur ringja so eisini bara fyri at siga, at teimum dámar ord­iliga væl mínar filmar,« sigur Klæmint og flennur. »Summar tíðir verði eg noyddur til at gera telefonina ljóð­leysa, so eg ikki alla tíðina forstýrist av henni. Sms’unum klári eg tíverri heldur ikki altíð at svara øllum.«
Á heimasíðuni Facebook merkir Klæmint veruliga broytingina frá at vera ein vanligur skúladrongur til at verða ein filmsstjørna. »Á Facebook eru longu tríggir ymiskir fanbólkar stovn­aðir um meg. Tað haldi eg er ótrúliga smigrandi. Hvønn dag fái eg eisini eina ørgrynnu av vinarumbønum aftur frá fólki, sum eg ikki kenni. Eg vildi mett, at tað liggur um einar tíggju um dagin. Men eg tími ikki at góðtaka tær allar, tí eg tími bara at hava Facebookvinir, sum eg kenni. So eg havi einar 200 vinar­um­bønir, sum eg enn ikki havi góðkent,« sigur Klæmint.

Smørið
Klæmint er ikki í iva um, hvønn film hon­um dámar best.
»Tað er uttan iva Smørið. Tað er eisini tann filmurin, sum flest fólk hava hugt eftir. Sum eg segði í áðni, so hugsi eg mega løgið, og teir flestu filmarnir hjá mær eru úrslit av, at eg knappliga fái eitt tápuligt hugskot. Onkuntíð havi eg roynt at sett meg niður og hugsað »Nú fari eg at gera film«. Hatta nyttar einki, tí tá fái eg stórt sæð ongantíð nak­að burturúr. Tá eg eitt nú gjørdi Smørið, var mamma júst komin heim frá handl­inum, har hon millum annað hevði keypt ein pakka av smør. Eg fekk so bara púra burtur úr ongum hugskotið at gera ein film um smør. Eg elski at syngja, og fólk siga, at eg dugi væl at fáa ting at ríma, so at eg valdi bara at skriva ein sang. Tað er ikki altíð líka lætt at gera sangir, og onkuntíð er man noydd­ur til at gera desperat rím. Men tá verður tað oftast enn stuttligari,« sigur Klæmint og flennir, meðan hann sipar til nøkur slík í Smørið.
»Tá eg hevði skrivað sangin, byrjaði eg bara at gera videolagið, sum varð liðugt eftir tveimum døgum. At sangurin skuldi blíva ein so stór succes, hevði eg aldrin í lívinum trúð. Eg var so spentur, at eg kannaði alla tíðina, hvussu nógv fólk høvdu hugt eftir sanginum. Sum sagt, so lá tað um eini túsund hvønn dag,« sigur Klæmint og smílist breitt.

Uppringdur av
Jóhan í Kollafirði
Tað er ein skemtara, sum Klæmint sær upp til meira enn nakrar aðrar. »Jóhan í Kollafirði. Hann er so ótrúliga stuttligur, og er hann mín favorit skemtari. Eg føli eisini, at mín stílur at gera skemt uppá líkist sera nógv hansara. Fyri tveimum vik­um síðani bleiv eg vaktur av onkrum, ið ringdi á telefonina. Eg fangaði ikki reið­iliga, hvør tað var, og helt eg bara, at tað var onkur fremmandur, ið vildi rósa mær. Men so hoyrdi eg, at tað var Jóhan í Kollafirði, sum hevði ringt. Tað var heilt ótrúliga stuttligt, og raknaði eg tá ordiliga við. Hann vildi bara rósa mær fyri mítt arbeiði og heitti á meg at halda fram. Hetta gav mær veruliga gott sjálvsálit, sum eg havi havt gott av. At hoyra hann siga, at hann var akk­urát sum eg sum yngri var eisini ordiliga gott at hoyra, tí hann er so ótrú­liga stuttligur,« sigur ein glaður Klæmint.

Meir í væntu
»Mín dreymur hev­ur altíð verið at vera kendur inn­an film og undir­hald. Eg hevði ófat­iliga væl tímað at liva av at gera film­ar. Sjálvsagt er tað ikki bara bara, men tað er mítt ynski. Eg tími yvir­høvur ikki at standa á palli og gera stand-up, og tað tori eg í roynd og veru held­ur ikki. Tað er nokk so løgið, tí framman fyri ein­um filmstóli tori eg alt, meðan á einum palli blívi eg totalt lammaður av nerv­um. Í nærmastu framtíð fari eg nokk at halda meg til at gera styttri filmar, sum eg fari at leggja út á Youtube. Nú í summar­feriuni fari eg vónandi at gera fleiri filmar, tá eg havi nógv betri tíð til tað enn vanligt. Popu­lari­teturin forpliktar eisini,« sig­ur Klæmint við einum skeivum smíli at enda, »Fólk eru blivin so ótolin nú.«