fluttu til Australia at búgva, og har fingu Gibb-brøðurnir sína debut sum tónleikarar. Og tá beiggjarnir komu aftur til Onglands, fóru teir veruliga á flog sum poppstjørnur, og bólkurin hjá teimum, Bee Gees [...] doyði brádliga í 2003, og stutt eftir boðaðu hinir báðir beiggjarnir frá, at teir góvust at spæla sum Bee Gees. Robin og Barry Gibb hava tó verið virknir tónleikarar síðani, og teir hava hvør í sínum lagi [...] stórar slotskonsertir í Danmark, men fyrst fara Robin Gibb og hansara væl spælandi og væl mannaði bólkur at framføra á Vágsbøi í Klaksvík og spæla kanska mest legendarisku konsertina, sum nakrantíð hevur
betur, og koyrdi spælið hjá EB/Streymi eisini rættiliga væl eftir hetta. Teir skaptu sær eina rúgvu av kjansum, fleiri hálvar og nógvar heilar, men inn vildi bólturin ikki. Upp um og framvið og so einaferð [...] VB/Sumba – EB/Streymur 1-2 (1-0) Setningurin hjá VB/Sumba var greiður. Teir skuldu hava stig, helst fleiri, burtur úr sunnudagsins dysti. Eisini hóast mótstøðuliðið at EB/Streymur. Og felagsliðið úr Suðuroynni [...] tíggju minuttir. Tá javnaði Símun Eliasen, og suðuroyingar høvdu bara eitt stig eftir. Men í yvirtíðini mistu teir eisini hetta, tá Arnbjørn Hansen skoraði, og so stóð VB/Sumba eftir við ongum, meðan E
bæði gisting og ferðing, síðani Smyril kom. Póla Strøm er leiðari á Suðuroyar Kunningarstovu á Tvøroyri. Og hon er ikki í iva um týdningin, sum hetta flaggskip okkara hevur havt fyri oynna og serliga fe [...] øll hesi ferðafólkini væl og virðiliga til oynna fyrstu ferðina, soleðis at tey koma aftur. - Tey, sum ringja til okkara spyrja fyrst og fremst eftir møguleikunum fyri gisting, og síðani hvat ein kann uppliva [...] ferðavinnuna í oynni. Bæði talið av ferðafólkum og bilum er økt munandi, síðani nýggi Smyril varð settur í sigling í november mánaði í fjør. Og tað er einki sum bendir á, at hetta talið fer at minka nakað
tvíhús. Lena og Edvin fingu børnini, Lis, Elsebeth og Ejler. Lis er gift Birgiri Poulsen, og eiga tey børnini, Elsebeth, Ednu og Virgar. Ejler giftist Eyðbritt Hansen. Tey fingu døturnar Karolinu og Lenu. Edvin [...] tær, og hjartaliga tillukku á runda degnum. Harrin signi teg og tíni kæru. Men tá ið ljósið dvølur fjøllum á, Og løtur stillar líða, Ein ósædd hond mær stundum opnar tá Tær dyr til landið fríða. Og sum [...] passað seg og sítt. Edvin er altíð við tí góða orðinum, og tú hoyrir hann ongantíð tosa ilt um nakran. Heimið hjá teimum á Selheyggi var eitt fyrimyndarligt heim, har kærleiki, nøgdsemi og gudsótti vóru
fyri eini umbering, og tann umbering verður Mostir Charley. Hon skal koma at vitja, og tí verður hon orsøkin til at boðið verður til døgurða. Men mostirin kemur ikki, tá hon skal koma, og so er góða ráð dýr [...] Endin er, at triðji ungi maðurin skal spæla mostirin, og har byrjar snýtið, misskiljingarnar og tann stóri láturin. Gott spæl Leikurin gongur væl, og nógv er at flenna eftir. Leygarkvøldið, tá leikurin var [...] leiklutinum sum mostirin, og hann fær fólk at flenna, bara hann er í nánd av pallinum. Hann dugir væl at hava samband við áskoðararnar, og falska mostirin er passaliga frek bæði í atburði og málburði. Karl Marius
verið ruddaður og spulaður. Hann takkaði eisini býráðnum fyri alla vælvild í samband við stevnuna. - Vit vilja eisini takka vinnulívinum í kommununi fyri hjálpsemi og beinasemi og stovnum og feløgum fyri [...] hildin á havnalagnum í Saltangará týsdagin, mikudagin og hósdagin í vikuni, sum fer. Fyrireikararnir, Áki í Skemmuni og Andrias Jacobsen, eru ovfarnir og sera væl nøgdir við undirtøkuna, sum framsýningin hevur [...] sett Føroyar, Eysturoynna og Runavíkar kommunu á heimskortið. - Stevnan er eitt úrslit av samstarvi og vilja millum fleiri partar her í kommununi. Hann rósti Skipafelag Føroya og reiðaravirkinum, Beta, fyri
ásannar tó, at í og við, at bygdin veksur, setur hetta stór krøv til kommununa. Bæði hvat barnagarði og skúla viðvíkur. Bygdin er annars vaksin nógv í seinastuni, og tað sæst jú aftur á skúla- og barnagarðs [...] við skúla og barnagarði í rættlag. Barnagarðurin er fullur, og pláss er ikki fyri nógvum afturat. Borgarstjórin sigur, at ein íløga verður heilt vist gjørd til ein barnagarð í næstu framtíð, og í útstykkingini [...] dagliga, og tað kann vera ógvuliga læruríkt í mun til nógva aðrastaðni, heldur Annfinn Brekkstein. ? Læruríkt í hesum døgum, har børn stórt sæð ikki kenna til nógv annað enn barnagarð og skúla. Børn og ung
tíni búðu tá, eg og Tórfríð sluppu at vitja teg alt fyri eitt og blivu so góðar við teg. Síðan fluttu tit til Sands, har tú vaks upp, men túar ofta her norði í Skopun hjá ommuni og abbanum og øllum hinum, [...] tung boð, vit fingu 10. des. 2000, at tú, góða Heidi, var farin, bara 30 ára gomul. Tú, sum var mitt í lívsins blóma, hevði fingið mann og tvær deiligar gentur, sum tú var so góð við, og sum vóru góð við [...] hvar tey vóru, og spurdi, um tú ikki sá tey. Síðan kom tann tíðin tú var vaksin og fór til Havnar at arbeiða. Sum 20 ára gomul gjørdist tú álvarsliga sjúk, men tú var sum altíð tolin og bar hetta so væl
í Norðoyggjum. Eini 8000 ferðafólk vitja í Norðoyggjum, men flestu teirra koma og fara sama dag, og tí leggja hesi lítið og onki eftir seg. ? Um vit gagnnýttu hetta tilfeingið betur, við at fáa øll hesi [...] teimum ferðandi og ganga ynskjum teirra á møti, er neyðugt við vælútbúnum fólki í vinnuni innan øll starvsøki. ? Somuleiðis er neyðugt at verandi og nýggj gistingarstøð eru á einum høgum støði, og at meting [...] undirsjóvartunnli og einari oljuvinnu, sum bankar á dyrnar. ? Taka vit av hesum avbjóðingum, kunnu vit um 5-10 ár hava eina ferðavinnu, ið megnar at taka kappingina upp við onnur øki í Føroyum og útboðið av
eftir toski og hýsu søguliga lág. Bæði leik og lærd hava úr at gera í rannsakan, og spurningarnir eru helst fleiri enn svarini. Støðan hjá botnfiskastovnunum, toski og hýsu, er sera álvarsom, og okkum tykist [...] Páll á Reynatúgvu og Poul Michelsen, vísa á, at føroysk fiskivinna í mangar mátar er komin at einum vegamóti – og soleiðis eisini fiskidagaskipanin. - Hóast munagóðar økisfriðingar og stórar skerjingar [...] botnfiskastovnin. - Samlaða lívfrøðiliga vavið á hesum fiskasløgum er sera stórt, og matarhugurin góður. Um so yngul og egg frá toski og hýsu bert eru hjáføði hjá makrelinum, kann nógv verða etið, tí nøgdin av