Fleiri vitjandi á Fish Fair enn í Glasgow

Sigast má, at North Atlantic Fish Fair eydnaðist til fulnar.
<DPTAB>    - Fyri tveimum árum síðan var stevnan ein "succes", men tað er mangan torført at endurtaka nakað, sum eydnast so væl. Nú hava vit sjón fyri søgn; fiskivinnu-og alistevnan hesaferð var ein uppaftur størri "susses" enn seinast, sigur Rodmundur Nielsen, býráðsformaður í Runavíkar kommunu

Eftir Fish Fair
Vilmund Jacobsen

Sløk 10.000 vitjandi ímóti stívliga 7.000 fyri tveimum árum síðan.
Hetta er úrslitið av altjóða fiskivinnu-og alistevnuni, North Atlantic Fish Fair, sum hevur verið hildin á havnalagnum í Saltangará týsdagin, mikudagin og hósdagin í vikuni, sum fer.
Fyrireikararnir, Áki í Skemmuni og Andrias Jacobsen, eru ovfarnir og sera væl nøgdir við undirtøkuna, sum framsýningin hevur fingið.

Fleiri vitjandi
enn í Glasgow

Andrias sigur, at altjóða fiskivinnu-og alistevnan í Føroyum hesaferð hevur verið nógv betur vitjað enn stevnan, sum hildin verður í Glasgow.
- Tað hevur víst seg, at undirtøkan fyri stevnuni í skotska stórbýnum hevur verið minkandi seinastu árini, og ein orsøk kann vera, at hon verður hildin á hvørjum ári, sum ivaleyst er ov ofta.
Sum skilst, er North Atlantic Fish Fair væl betri vitjað í ár enn stevnan, sum hildin varð í Glasgow fyrr í ár.
- Vit eru ovfarnir og ógvuliga fegnir um, at alt hevur gingið so væl hesaferð.
Andrias sigur, at tað verður ongantíð soleiðis, at alt gongur eftir vild, tá ið eitt so stórt og umfatandi tiltak skal reisast á føtur.
- Men tá ið úrslitið fyriliggur, og tað hevur gingið so væl sum hesaferð, eru øll glað, og tað eru vit eisini, sigur Andrias Jacobsen.

Stórur vilji

Við døgurðaborðið umborð á Norrønu hóskvøldið eftir, at stevnan var liðug, segði býráðsformaðurin í Runavíkar kommunu, Rodmundur Nielsen:
- Eg eri ómetaliga errin av tykkum báðum, Andriasi Jacobsen og Áka í Skemmuni, sum eiga størsta heiðurin av hesum tiltaki. Men vit eiga ikki at sovna í stoltleikanum, legði hann aftrat.
Rodmundur segði, at North Atlantic Fish Fair hevur sett Føroyar, Eysturoynna og Runavíkar kommunu á heimskortið.
- Stevnan er eitt úrslit av samstarvi og vilja millum fleiri partar her í kommununi.
Hann rósti Skipafelag Føroya og reiðaravirkinum, Beta, fyri, at feløgini vildu leggja virksemið niður, sum hann tók til, meðan stevnan hevur verið.
Goymslubygningarnir hjá hesum feløgum vóru nevniliga ein partur av framsýningarøkinum.
At enda heitti býráðsformaðurin á øll, sum vóru komin saman til døgurðaborðið, um at reisa seg og rópa hurrá fyri stigtakarunum og tiltakinum, sum nú er liðugt á hesum sinni.

Á havnalagnum

Áki í Skemmuni takkaði øllum teimum, sum høvdu viðvirkað til, at North Atlantic Fish Fair kundi haldast undir so góðum umstøðum.
- Runavíkar kommuna hevur gjørt ein stóran innsats, har býurin hevur verið ruddaður og spulaður.
Hann takkaði eisini býráðnum fyri alla vælvild í samband við stevnuna.
- Vit vilja eisini takka vinnulívinum í kommununi fyri hjálpsemi og beinasemi og stovnum og feløgum fyri stuðul.
Áki segði, at North Atlantic Fish Fair ikki verður hildin í Runavíkar kommunu ? bert tí, at hann og Andrias, sum stigtakarar, búgva her.
- Hetta er best egnaða staðið til eina slíka stevnu. Eg veit ikki um
nakað annað stað í heiminum, har ein slík stevna kann haldast á sjálvum havnalagnum. Hetta halda vit, er ein stórur fyrimunur hjá okkum, segði hann.
Hann helt, at tað einasta, sum hevði gjørt økið uppaftur betur egnað, hevði verið, um øll stevnan kundi verið undir taki, og at eitt hotell var á staðnum.
Tað var rættiliga kalt í tjøldunum tann fyrsta dagin, tá ið væl var
av vindi, men mikudagin var longu lýggjari, og hósdagin var alt, sum tað skuldi, segði Áki í Skemmuni.