Velbastaður: Áhugin fyri at búseta seg á Velbastað er alsamt vaksandi sambært borgarstjoranum í kommununi, Annfinni Brekkstein.
? Vit hava ein bíðilista á gott 70 fólk, sum ynskja at koma til Velbastaðar at byggja. Nú hava vit so lagt eina byggiætlan 10 ár fram í tíðina, har tað verður stykkja út, so tað verður pláss fyri 55 grundstykkjum í bygdini, sigur Anfinn Brekkstein.
At áhugin fyri at Velbastaðar bygd er stórur sæst aftur á skúlanum og barnagarðinum. Skúlin varð bygdur í 2000 til at vera ein tveyflokkaður skúli, og hann er nú tríflokkaður. Pláss varð gjørt fyri 25-30 næmingum, men komandi skúlaár vera tað 41 næmingar á Velbastaðar skúla.
Krøv
Ikki er enn ásett, hvussu nógv grundstykki verða seld beinanvegin. Annfinn Brekkstein sigur, at bygdin noyðist fyrst at fáa viðurskiftini við skúla og barnagarði í rættlag. Barnagarðurin er fullur, og pláss er ikki fyri nógvum afturat. Borgarstjórin sigur, at ein íløga verður heilt vist gjørd til ein barnagarð í næstu framtíð, og í útstykkingini er eisini gjørt pláss fyri barnagarði og skúla.
? Ein og hvør, sum hevur hug kann søkja um at fáa grundstykki á Velbastað. Nógv søkja, sum eru úr Havn, tí tey vilja heldur koma til Velbastaðar enn at fara niðan í Hoyvíkshagan. Stórt sæð hava vit umsóknir liggjandi frá fólki úr øllum Føroyum, greiðir borgarstjórin frá.
Hann ásannar tó, at í og við, at bygdin veksur, setur hetta stór krøv til kommununa. Bæði hvat barnagarði og skúla viðvíkur.
Bygdin er annars vaksin nógv í seinastuni, og tað sæst jú aftur á skúla- og barnagarðsvøkstrinum.
? Tað, sum eg haldi er ógvuliga gleðiligt er, at her eru nógv ung fólk. Meginparturin av fólkinum, sum býr her er millum 0 og 45 ár, sigur Anfinn Brekkstein.
Borgarstjórin vísir á, at um vit vilja hava fólk, sum eru í holt við at útbúgva seg aftur til landið, so er neyðugt at bý- og bygdaráð taka seg saman fyri at skapa teir neyðugu karmarnar fyri, at fólk kunnu koma aftur til Føroya.
? Um vit ikki hava nakað at bjóða teimum, so tíma tey ikki at koma aftur.
Ein av orsøkunum til, at áhugin er stórur fyri at búgva á Velbastað metir borgarstjórin vera, at Velbastaður liggur so nær við miðstaðarøkið. Tað tekur ikki meira enn eini fimm minuttir at koyra úr Havnini, og tí er trýstið alsamt vaksandi.
Læruríkt
Nýggi landsvegurin hevur eisini hjálpt munandi til, so at tað er vorðið lættari at ferðast ímillum Havnina og bygdina. Strekkið er stutt, so tað er skjótt at ferðast aftur og fram.
? Tað er gleðiligt, at fólk, sum eru uppvaksin í havn vísa bygdini áhuga. Vit eru langt vekk, men allíkavæl ikki. Vit hava stórt djórahald. Neyt, seyð, hønur og annað, sum børnini luttaka í í tí dagliga, og tað kann vera ógvuliga læruríkt í mun til nógva aðrastaðni, heldur Annfinn Brekkstein.
? Læruríkt í hesum døgum, har børn stórt sæð ikki kenna til nógv annað enn barnagarð og skúla. Børn og ung kunna vera við í djórahaldinum her í bygdini, og øll bygdin sum hon er, er eitt stórt spælipláss.
Borgarstjórin er sannførdur um, at einaferð, verður Velbastaður ein partur av Havnini. Tað verður tó ikki í næstum, men einaferð inni í framtíðini, so verður tað helst so.
Nær útstykkingarnar byrja er tó ikki greitt enn. Byggisamtyktin er løgd fram, og í tríggjar mánaðir kunnu fólk koma við viðmerkingum og kærum um málið. Síðani verður hon send oljumálastýrinum til góðkenningar.