Góða Heidi, tú vart eitt tað yngsta á okkara skrivstovu, so ikki høvdu vit væntað, at tú skuldi vera tann fyrsta at fara - bara 30 ára gomul.
Tað tykist ikki at geva nakra meining, menniskjaliga talað, tí sum ein ung mamma við tveimum smáum børnum vildu vit mett, at tað var so nógv brúk fyri tær. Í staðin fyri er títt pláss tómt - bæði í heiminum og á arbeiðsplássinum.
Hóast tú vart so ung, Heidi, so var kortini nakað vaksið yvir tær, og allar vit ?gomlu? kendu okkum væl saman við tær. Hetta er helst komið av teimum royndum, ið tú hevur verið ígjøgnum ? bæði tú persónliga og familjan.
Sjálvandi vistu vit, at tú hevði eitt álvarsamt brek, men tað var jú undir kontroll. Stundum skemtaði tú við, at tú gekk uppá battarí, men ikki vardi tað okkum, at tað skuldi taka lívið av tær á so ungum aldri.
Óivað hevur tú hugsað meira enn vit um, at tað kundi vera so skjótt, men tað merktist ikki nógv á tær. Tú hevði ein so stuttligan óhátíðarligan hátt at siga tingini, og tað var mangan so beinrakið, at sjálvt álvarsamar samrøður fingu eitt brá av skemti.
Tú skuldi annars byrja aftur at arbeiða um nakrar fáar dagar, aftaná longda barsilsfarloyvið, og tað er so tungt og ófatiligt at vita, at tú ikki kemur aftur til arbeiðis,- tí tú ikki longur ert millum tey, ið liva.
Stundum hevur tú hugt inn á gólvið hesa tíðina saman við Hildu, sum sat so fitt og teknaði, meðan vit fingu okkum eitt prát inni í kaffistovuni, og tað tykist so stutt síðani, at tú vart inni á skrivstovuni við lift við tí lítlu dóttrini, so vit kundu sleppa at síggja hana.
Vit, starvsfelagir tínir, sakna teg, góða Heidi, og vit vita, at tú ert nógv saknað av tínum kæru. Vit hugsa um tína familju, sum er so hart rakt, men sum skrivað stendur, ikki ein spurvur fellur til jarðar, uttan at tað er Faðirsins vilji. Má hetta vera tykkara uggi, og so tað, at Heidi var búgvin at fara.
Harrin signi og hjálpi tykkum øllum. Friður veri við minninum um teg, góða Heidi.
Ása










