Ferðavinnan í Norðoyggjum er á einum lágum støði. Ov fá fólk gista í Norðoyggjum, og tað fæst ov lítið burtur úr hesum ferðafólkum.
Hesa niðurstøðu kemur ein kanning hjá Olgu Biskopstø, cand. comm., til.
? Vónir verða í dag settar til ferðavinnuna, at hon kann vera við til at styrkja búskapin og geva samfelagnum eitt eyka bein at standa á. Men í Norðoyggjum er hesin málsetningur ikki náddur, verður sagt í niðurstøðuni í kanningini.
Talið á gistingum talar fyri seg. Í fjør gistu bert 1400 útlendsk og 1200 føroysk ferðafólk í Norðoyggjum, og tey gistu í miðal tvær nætur. Hetta kastaði 2,7 milliónir krónur av sær.
20 milliónir
meira burtur úr
Kanningin kom í lag eftir ein ferðavinnufund, sum varð hildin í Klaksvík í apríl mánaði 1998.
Niðurstøðan á hesum fundi var, at ein verkætlan skuldi gerast um støðuna og menningarmøguleikar hjá ferðavinnuni í Norðoyggjum. Grunnur Ferðavinnunar hevur fíggjað kanningina, sum Olga Biskopstø hevur arbeitt við síðani apríl mánaði 1999.
Í niðurstøðuni sigur Olga Biskopstø, at møguleikar eru fyri at menna ferðavinnuna í Norðoyggjum. Eini 8000 ferðafólk vitja í Norðoyggjum, men flestu teirra koma og fara sama dag, og tí leggja hesi lítið og onki eftir seg.
? Um vit gagnnýttu hetta tilfeingið betur, við at fáa øll hesi ferðafólkini at steðga 2 til 3 nætur í part, hevði tað givið um 18-20 milliónir kr. árliga.
Í Norðoyggjum eru nógv fólk, ið hava áhuga í ferðavinnuni, og hildið verður, at møguleikarnir at skipa fyri góðum ferðavørum ikki tróta. Men av tí at nógvar av bygdunum eru fámentar og nógv av fólkinum har er eldri fólk, verður neyðugt at skipa ferðavinnuna í størri vinnuligar eindir, sum hava allar Norðoyggjar sum virkisøki.
Umstøður á altjóða støði
Kanningin heldur, at fyri at nøkta tørvin hjá teimum ferðandi og ganga ynskjum teirra á møti, er neyðugt við vælútbúnum fólki í vinnuni innan øll starvsøki.
? Somuleiðis er neyðugt at verandi og nýggj gistingarstøð eru á einum høgum støði, og at metingarskipanir verða settar í verk til tess at hækka og halda umstøðurnar á einum altjóða støði.
? Hetta krevur væl av vágafúsum íløgupeningi, sum óivað bert størri eindir megna at fáa til vega.
Olga Biskopstø heldur, at framtíðin bjóðar Norðoyggjum av, bæði við útliti til fast samband við meginøkið við undirsjóvartunnli og einari oljuvinnu, sum bankar á dyrnar.
? Taka vit av hesum avbjóðingum, kunnu vit um 5-10 ár hava eina ferðavinnu, ið megnar at taka kappingina upp við onnur øki í Føroyum og útboðið av ferðavørum uttanlands. Umframt at hetta gagnar økisbúskapinum, gevur hetta eisini teimum fastbúgvandi í økinum nógv betri møguleikar at ferðast og uppliva egið umhvørvi og egna mentan, sigur hon í niðurstøðuni í kanningini.
Okkurt at keypa
At fara undir at menna Norðoyggjar til ferðavinnu, krevur stór felags tøk. Fyrst og fremst eina breiða politiska undirtøku og góða undirtøku frá vinnuni.
? Her verður lagt upp til eina ferðavinnumenningarstovu sum miðstøð. Eitt forum, sum við síni fakligu styrki, er ført fyri at seta tiltøk í verk og megnar at fáa gongd á.
Kanningin heldur, at tað kunnu ganga eini 5 ár, áðrenn rættilig úrslit kunnu síggjast, so ein miðvís og væltilrættaløgd langtíðarætlan skal til.
? Sæð út frá einum økisbúskaparligum sjónarmiði, er tað líka mikið hvør ferðamaðurin er, um hann er ungur ella eldri útlendingur ella føroyingur. Tað, sum er avgerandi er, at tað er okkurt í økinum at gjalda fyri, og at hann er sinnaður at keypa tær ferðavørur sum eru.