Røddin hjá Robin Gibb hevur verið eitt av eyðkennunum hjá einum av heimsins størstu poppbólkum nakrantíð, Bee Gees.
Sum ein av trimum Gibb-beiggjum í Bee Gees hevur Robin Gibb sungið og skrivað sín part av Bee Gees-hittunum, sum samanlagt hava selt meira enn 200 milliónir plátur kring heimin.
Stóri spurningurin er, hvar tú skalt byrja og enda, tá ið tú skalt nevna kendar sangir hjá Bee Gees. Heili 60 sangir hjá teimum hava verið á hittlistum kring heimin, og sangskatturin hjá Bee Gees verður av tónleikafelagsskapum roknaður sum tann næststørsti í poppsøguni - bert tikin av The Beatles.
Og hittini hjá Bee Gees eru sanniliga eisini aktuell. Ein nýggj innspæling av sanginum Islands In The Stream hevur júst verið nummar 1 í Bretlandi, og tað hevur við sær, at Bee Gees hevur havt sangir ovast á bretska hitlistanum í fimm ártíggjundum.
Tá ið tað kemur til sølu av tónleiki, telist Bee Gees eisini millum tey allarstørstu nøvnini í heiminum nakrantíð, og sambært amerikanska Rock N Roll Hall Of Fame hava bert Elvis Presley, The Beatles, Michael Jackson, Garth Brooks og Paul McCartney selt meira fløgur enn Bee Gees. Sagt við øðrum orðum: Bee Gees er sætti mest seljandi poppbólkurin í tónleikasøguni.
Tiltikin sangskrivari
Robin Hugh Gibb varð føddur á Isle of Man í 1949 sum tvíburðabeiggi Maurice Gibb. Foreldini vóru ensk, men fluttu til Australia at búgva, og har fingu Gibb-brøðurnir sína debut sum tónleikarar. Og tá beiggjarnir komu aftur til Onglands, fóru teir veruliga á flog sum poppstjørnur, og bólkurin hjá teimum, Bee Gees, gjørdist ein tann størsti poppbólkurin í tónleikasøguni.
Robin Gibb sjálvur verður mettur sum ein tann besti sangskrivarin í bretskari tónleikasøgu, og hann hevur havt óteljandi sangir á hittlistunum.
Robin Gibb var annars roknaður sum forsangari í Bee Gees, og ikki minst hansara vokala samstarv við stórabeiggjan Barry Gibb er legendariskt í poppsøguni.
Eitt skifti fór Robin Gibb burtur úr Bee Gees, og tá hevði hann onkur hitt sum solistur eisini, men hann fann saman aftur við hinar báðar beiggjarnar í Bee Gees. Seinni royndi Robin Gibb seg aftur sum solistur við góðum avrikum.
Surfaðu á aldukambinum
Stóru tónleikaligu avrikini hjá Robin Gibb eru í Bee Gees, har hann var ein týðandi partur av bólkinum.
Fyrsta fløgan hjá Bee Gees kom út í 1965, og eftir tvær útgávur, sum ikki komu á hitlistan, tók yrkisleiðin hjá Bee Gees ferð á seg.
Seinna partin av 60’unum vóru Bee Gees heimsstjørnur, og fyrra stórtíðin hjá bólkinum vardi nakað inn í 70’unum. Seint í 70’unum, tá ið disco-bylgjan floymdi kring allan heimin, surfaðu Bee Gees sigursælir á aldukambinum. Eitt skifti høvdu Bee Gees fimm sangir millum 10 teir ovastu sangirnar á amerikanska single hitlistanum – eitt óhoyrt bragd.
Bee Gees gav sína seinastu fløgu út í 2001, og tvey ár seinni varð punktum sett fyri Bee Gees sum virknan bólk. Maurice Gibb doyði brádliga í 2003, og stutt eftir boðaðu hinir báðir beiggjarnir frá, at teir góvust at spæla sum Bee Gees. Robin og Barry Gibb hava tó verið virknir tónleikarar síðani, og teir hava hvør í sínum lagi spælt konsertir við Bee Gees sangum.
Og Robin Gibb kemur nú til Føroya at hava eina konsert – eitt minniligt kvøld – við øllum teimum størstu hittunum hjá Bee Gees. Robin Gibb skal beint eftir konsertina á Summar Festivalinum hava stórar slotskonsertir í Danmark, men fyrst fara Robin Gibb og hansara væl spælandi og væl mannaði bólkur at framføra á Vágsbøi í Klaksvík og spæla kanska mest legendarisku konsertina, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum.