Annar minnilutin í vinnunevndini, Páll á Reynatúgvu og Poul Michelsen, vísa á, at føroysk fiskivinna í mangar mátar er komin at einum vegamóti – og soleiðis eisini fiskidagaskipanin.
- Hóast munagóðar økisfriðingar og stórar skerjingar í fiskidøgunum síðani byrjan er botnfiskaveiðan undir Føroyum eftir toski og hýsu søguliga lág. Bæði leik og lærd hava úr at gera í rannsakan, og spurningarnir eru helst fleiri enn svarini. Støðan hjá botnfiskastovnunum, toski og hýsu, er sera álvarsom, og okkum tykist atgerðarloysið hjá landsstýrinum ófrættakent.
Víst verður á, at hýsuveiðan fyrra hálvár í ár var 3. 400 tons – og toskaveiðan sløk 5.000 tons.
- Hesi tøl tala sítt ræðandi mál. Hóast tað er trupult at gera eintýðugar niðurstøður, kann spurnartekin setast við, um tað er veiðan undir Føroyum, sum einsamøll hevur troytt stovnarnar móti lágmarkinum - ella um náttúruviðurskifti, ið vit ikki til fulnar skilja, hava ávirkan á avmarkaða fiskatilfeingið á Føroyagrunninum. Helst er tað ein samanrenning av báðum. Eitt er tó vist. Nýttu fiskidagarnir hava ikki verið fleiri, enn lívfrøðiliga ráðgevingin hevur tilmælt seinnu árini.
Páll á Reynatúgvu og Poul Michelsen vísa á, at nøgdirnar av uppisjóvarfiski á føroyska landgrunninum kanska hava ávirkan á føroyska botnfiskastovnin.
- Samlaða lívfrøðiliga vavið á hesum fiskasløgum er sera stórt, og matarhugurin góður. Um so yngul og egg frá toski og hýsu bert eru hjáføði hjá makrelinum, kann nógv verða etið, tí nøgdin av møguligum átarum er so rúgvusmikil.
Minnilutin er sannførdur um, at leiðin til keyparan leggur seg tætt upp at lívfrøðiligu ráðgevingini og tilmælunum.
- Skulu vit fáa besta prís fyri føroysku rávøruna, letur tað seg neyvan gera uttan at nærkast viðurkendu góðkenningarstovnunum. Hinvegin liggur eisini á hjá okkara landsstýrisumsiting at vísa á fyrimunirnar við okkara fiskidagaskipan. Tað er ein eyðsæddur fyrimunur, at hvør stertur verður hagreiddur og fingin til lands, samanborið við ovurhonds útblakingina í kvotaskipanum hjá grannum okkara.
Teir báðir vísa á, at ásannandi fyrivarni Havstovunnar viðvíkjandi umsitingarætlanini, sum er løgd, mælir minnilutin til at skerja fiskidagatalið, tó við 10% fyri komandi fiskiár.
- Vit eru sannførdir um, at neyðugt kann verða við serligum tiltøkum í komandi árum, um ikki stovnsmetingar og veiðihagtøl venda rætta vegin aftur.
Harumframt metir minnilutin bólk 5 hava verið fyri lutfalsligum vanbýti í niðurskurðinum í fjør. Tí mæla vit til, at hesin bólkur ikki verður skorin í fiskidøgunum fyri komandi fiskiár.
At enda mæla vit til at betra um veiðimøguleikarnar hjá eitt nú línuflotanum við umbýti av rættindum mótvegis samstarvstjóðum okkara í fiskivinnuhøpi.
Aksel við sínum
Hin minnilutin í vinnunevndini, Aksel V. Johannesen, metir, tað vera neyðugt at verja toska- og hýsustovnarnar í mest møguligan mun, samstundis sum hædd verður tikin fyri, at heimaflotin fær møguleika at virka, meðan fiskastovnarnar eru so illa fyri.
- Tí fer Javnarðarflokkurin at leggja fram uppskot fyri løgtingið um, hvussu fiskifør, ið virkað undir fiskidagaskipanini í eitt tíðaravmarkað skeið, kunnu fáa onnur fiskirættindi í føroyskum - ella fremmandum - sjóøki sum umbýtið fyri fiskidagar.
Aksel vísir á, at føroyska samfelagið tolir illa, at eingin - ella næstan eingin - fiskiskapur verður eftir toski og hýsu.
- Avleiðingarnar fyri vinnuna, fiskimenn og samfelagið verða alt ov ógvusligar við húsagangum, arbeiðsloysi og fólkafráflyting. Føroyska samfelagið tolir eisini illa, at stovnarnir av toski og hýsu verða varandi burtur. Hendir tað, verða avleiðingarnar fyri vinnuna, fiskimenn og samfelagið ikki bara ógvusligar, men eisini varandi í mong harrans ár, sigur Aksel V. Johannesen.