Mostir Charley er ein skemtiligur jassur.
Hann, ella skuldi vit sagt hon ? mostirin altso ? er sentral í leikinum, sum er uppkallaður eftir henni.
Mostirin er umberingin fyri, at tveir ungir mans kunnu bjóða gentunum, sum teiru skotnir í, heim til døgurða, og mostirin er eisini orsøkin til tær mongu misskiljingarnar.
Sjónleikurin Mostir Charley, sum varð frumsýndur í Atlantis leygarkvøldið, er ein farsa av tí rætta slagnum. Har er alt, sum slíkur leikur skal hava. Fólk misskilja hvør annan, nógv verður gjørt fyri at lumpa fólk, og tá alt rennur seg fast móti endanum av leikinum, er einki at gera uttan at avdúka rætta samanhangin.
Men áðrenn tað verður gjørt er nógv at uppliva og flenna eftir.
Umberingin
Leikurin snýr seg í stuttum um, at tveir ungir mans vilja bjóða unnustum sínum heim til døgurða. Men tá í tíðini ? tað er fyri einum 100 árum síðani ? kundu ungur mans ikki bara bjóða gentum heim. Moralsku krøvini vóru øðrvísi.
Tí hava teir brúk fyri eini umbering, og tann umbering verður Mostir Charley. Hon skal koma at vitja, og tí verður hon orsøkin til at boðið verður til døgurða.
Men mostirin kemur ikki, tá hon skal koma, og so er góða ráð dýr. Endin er, at triðji ungi maðurin skal spæla mostirin, og har byrjar snýtið, misskiljingarnar og tann stóri láturin.
Gott spæl
Leikurin gongur væl, og nógv er at flenna eftir. Leygarkvøldið, tá leikurin var frumsýndur, tóktist spælið eitt sindur merkt av nervum fyrstu løtuna, men tá leikararnir vóru komnir í gongd, var einki at fílast á.
Per Johannessen er framúr í leiklutinum sum mostirin, og hann fær fólk at flenna, bara hann er í nánd av pallinum. Hann dugir væl at hava samband við áskoðararnar, og falska mostirin er passaliga frek bæði í atburði og málburði.
Karl Marius Poulsen hevur ein av minni leiklutunum í leikinum, men hann loysir uppgávuna sum Brasset ómetaliga væl.
Og so eru tað allir hinir leikararnir. Hans Hjalti Skaale við tí krevjandi leiklutinum sum Jack, Øssur Hentze sum einasti taparin í leikinum, Jan Gardar sum Charley og so hinir leikararnir við størri og smærri leiklutum. Tað verður spælt væl og sannførandi, og tað einasta, sum fingurin kann setast á, var tann eitt sindur ótrygga byrjanin fyrsta kvøldið. Men tað skyldast ivaleyst meira spenningi og nervum enn nakað annað.
Gerandismál
Nýggja týðingin av leikinum, sum Andreas Justesen hevur gjørt, er passaliga løtt og gerandislig. Málið er soleiðis, sum tað verður tosað á okkara døgum, og at orð sum teenagari verður brúkt í leikinum tykist ikki ónatúrligt, fyrr enn tú fert at hugsað um, at leikurin gongur fyri seg fyri eini øld síðani.
Men so heldur tað, enn at málburðurin var sum fyri 100 árum síðani!
Fyri at skilja leikin skalt tú brúka moralska grundarlagið seinast í 19. øld sum grundarlag. Nú á døgum hevði neyvan nakað verið forgjørt í, at tveir ungir hampamenn bjóða konufólki til døgurða, men soleiðis var ikki tá á døgum. Og tað er her kjarnin í leikinum er. Tað ræður um at lumpa seg fram at. Søgan er ikki nógv fløktari enn tað.
Tað er lætt at liva við í leikinum, og sjálvt skemtið ? tær knøppu viðmerkingarnar, orðalagið og kropsmálið ? hevur størri týdning enn sjálv søgan.
- - - -
Mostir Charley
Frumsýndur í Atlantis 10. november
Leikarar:
Per Johannessen
Hans Hjalti Skaale
Karl Marius Poulsen
Jógvan Jacobsen
Jenny Kastalag
Øssur Hentze
Joan Heinesen
Jan Gardar
Adelborg Linklett
Petur Eliasen
Jakobina Joensen
Leikstjóri: Jákup Veyhe
Framleiðsla: Bjarni Ziska Dahl
Umseting: Andreas Justesen