noyðist IRF undir stórar útbyggingar nú fyri at klára at brenna undan og tær eru so dýrar, at tað er neyðugt at hækka gjaldið. At IRF hevur ov lítla brenniorku, at tað er til stóran ampa fyri kommunurnar, [...] Jacobsen, nevndarformaður í IRF, sigur, at gjøldini fyri at sleppa av við burturkast, eru ikki hækkað í fýra ár, men nú slepst ikki undan eini príshækking. Orsøkin er, at prísvøksturin í samfelagnum hevur verið [...] ávísar tíðir ber ikki til at sleppa av við burturkast. Tí skal brennistøðin byggjast út nú fyri at klára tørvin. Men tað eru ikki bara hækkandi gjøld hjá IRF. - Tað er nú ókeypis at sleppa av papp og pappír
fyri, at Norrøna hevur inntøku av at selja tubbak og at lýsa við tubbakki í tollfríu faldaranum. Men eftir nýggju roykilógini verður ikki loyvt at lýsa við tubbakki og tað verður heldur ikki loyvt at selja [...] ætlanina um at eggja fleiri skipum at koma upp í føroysku altjóða skipaskrásetingina. Annars ger Jákup Sverri Kass vart við, at Smyril Line tekur undir við andanum í lógaruppskotinum um at tryggja alm [...] sigur, at umframt at sigla til og úr Føroyum, siglur Norrøna eisini ímillum Noreg og Danmark og har eru tey í harðari kapping, men hetta kann gera støðu teirra nógv veikari. Hann metir heldur ikki, at hetta
familjumynstrið og gera, at vaksandi ynski er um at skipa síni heimligu viðurskiftini soleiðis, at betur samsvar verður millum arbeiðs- og familjulívið. Hesi viðurskifti fara at seta stór krøv til allar [...] sum eru á arbeiðsmarknaðinum, verður mett, at ávís tiltøk eiga at verða sett í verk fyri at laga arbeiðsmarknaðin og familjulívið til broyttu umstøðurnar. Fyri at fremja góðu javnvágina millum arbeiðs- og [...] er týdningarmikið, at samfelagið er skipað liðiligt og rúmligt, soleiðis at familjan og hin einstaki hevur møguleika at skipa síni viðurskifti á bestan hátt. Hetta er neyðugt fyri at røkka vælskipaða og
rættarnevndina 4. september, at talan var um so umfatandi mál, at tað fór neyvan at eydnast at halda tíðarfreistina. Og so var tí mikudagin mátti rættarnevndin søkja løgtingsformannin um at leingja freistina. [...] rættarnevndini eina viku afturat at gera seg lidnan við uppskotiå um at gera Føroyar til eitt valdømi Sum væntað lukkaðist rættarnevndin hjá løgtinginum ikki at avgreiða málið um at gera Føroyar til eitt valdømi [...] sigur í umsóknini til løgtingsformannin, at ætlanin er at viðgera uppskotið aftur mánadagin og tá er ætlanin at skriva eitt fyribils álit og tí verður biðið um at fáa freistina longda til næsta fríggjadag
avgjørt at royndarframleiða (testa), og henda royndarframleiðslan var so mikið væleydnað, at Chevron heldur óvantað, eftir at Sosialurin hevði avdúkað, at gasslogi stóð upp úr pallinum, gjørdi av at senda [...] Keldan er bert 7 fjórðingar úr markinum. Hon hevur verið mett at vera eitt stórt oljufund, men neyðugt var at bora fleiri metingarbrunnar fyri at fáa eina betri hóming av, um talan veruliga er um eitt lønandi [...] senda út tíðindaskriv. Her stóð, at royndarframleiðlsan á Rosebankkelduni hevur verið so mikið væleydnað, at tað má metast, at Rosebank er eitt lønandi oljufund. Síðani er ein triði metingarbrunnur boraður
Tað var sera áhugavert at hoyra, hvat serfrøðingar meta fer at henda. Vit eiga at fyrireika okkum til alt, eisini at fiskastovnurin broytist fullkomiliga. Bogi Hansen legði dent á, at fiskivinnan hevði ábyrgd [...] Hetta helt Meinhardt Jacobsen eisini vera týdningarmikið at fáa framm. - Men sjálvandi kann man ikki vænta, at ein einstakur vinnumaður fer at gera íløgur í meira umhvørvisvinarliga framleiðsluháttir, [...] Norðuratlantshavið fer at hava heilt onnur fiskasløg, og føroyski landgrunnurin fer at hava nógv minni gróður og harvið minni fisk. Hetta eru framtíðarútlitini, sum havfrøðingar og havlívfrøðingar kundu
samtakið at skúgva skuldina, uppá góðar 250 milliónir krónur, til viks, umframt at geva venjara felagsins eina fittan pengapung at keypa fyri í summarsteðginum. Tað verður væntað, at Derby fara at flyta niður [...] in, um teir í Derby klára at skava sær nøkur stig saman, teir seinastu 15 dystirnar, so at teir ikki hava ivasama heiðurin at taka metið frá Sunderland. Jewell hevur roynt at styrkt sær um spælarahópin [...] Robert eru komnir inn. Hesi keyp eru framd fyri at stabilisera felagið, so at teir hava nakað at byggja víðari uppá, tá tað er stór sannlíkindi fyri at teir spæla í The Championship í næsta ár. Aðrir
langt sum at tosa um onnur virði - Kanska hetta útihýsti okkum, tí vit vilja,at útbúgving, mentan og gransking skuldi raðfestast framum tunlar. - Ein høvuðsorsøk til at vit ikki er boðiðn við, er at vit hava [...] hava víst á, at vit mugu raðfesta og tað merkir, sum okkurt má raðfestast niðureftir. - Høvuðstrupulleikin er, at øll okkara ungu fara uttanlands og koma ikki aftur og tí er tað alt avgerðandi at vit fáa skapt [...] Højgaard heldur, at tað er margháttligt, at størsti trupuleikin í CHE samráðingunum hevur eitt mál, sum als ikki er nevndur í valstrínum, nevniliga Skálafjarðartunnilin. Hann sigur, at endar Sjálvstýri
vild, so er best at taka seg úr beinanvegin, sigur Høgni Hoydal. Hann heldur, at størsta avbjóðingin beint í løtuni er at fáa skil á fíggjar- og búskaparpolitikkinum og beinanvegin at seta kósina til [...] á flokstingi við Gjógv um vikuskiftið - Skulu vit veruliga hepnast í at fáa hetta stjórnarsamstarvið at rigga, so krevst eisini, at tær afturvendandi hóttanirnar og revolvarapolitikkurin frá einstøkum [...] gjárkvøldið og heldur fram í dag. - Sjálvandi hava øll síni hjartamál at berjast fyri. Men ber ikki til at tosa sakliga saman um at gera ætlanir og loysa mál uttanum forsíður og innsløg í fjølmiðlunum,
fyrrverandi løgmaður fyri Sambandsflokkin, roynir nú at sáa iva um álitið á føroyska fíggjarkervið og á føroyskar myndugleikar í sambandi við, at landsstýrið fer at taka fulla ábyrgd av føroyskum fíggjarrætti. [...] átti langt síðani at vera farin frá, at føroyskir politikarar støðugt gera Føroyar til ein avbyrgdan og tilafturskomnan útjaðara í Danmark og halda seg fáa politiskan vinning í Føroyum av at ræða føroyingar [...] føroyingar frá at hava álit á, at vit megna at taka ábyrgd og samstarva við onnur á jøvnum føti í altjóða samfelagnum.?, skrivar Høgni Hoydal í lesarabrævi til fjølmiðlarnar. Víðari stendur í brævinum: ?Framferðin