Hoydal: Revolvarapolitikkur má steðga

Revolvarapolitikkurin frá einstøkum samgongulimum um einstøk mál má halda uppat. Tað er greiði boðskapurin hjá formanninum í Tjóðveldi á flokstingi við Gjógv um vikuskiftið - Skulu vit veruliga hepnast í at fáa hetta stjórnarsamstarvið at rigga, so krevst eisini, at tær afturvendandi hóttanirnar og revolvarapolitikkurin frá einstøkum samgongulimum um einstøk mál, halda uppat.

Tað er greiði boðskapurin hjá Høgna Hoydal, formanni í Tjóðveldi, sum klokkan níggju fyrrapartin kemur við formannsfrágreiðingini á Flokstinginum við Gjógv, sum byrjaði í gjárkvøldið og heldur fram í dag.

- Sjálvandi hava øll síni hjartamál at berjast fyri. Men ber ikki til at tosa sakliga saman um at gera ætlanir og loysa mál uttanum forsíður og innsløg í fjølmiðlunum, so máa vit alt álit undan stjórnarsamstarvinum. Eg sigi beinleiðis: Hóttanir hava akkurát øvuta ávirkan á meg enn at fremja málini, sigur Høgni Hoydal.

Hann kemur ikki inn á, hvønn hann heldur føra revolvarapolitikk, men lítið man vera at ivast í, at adressen er til sín egna partamann, Páll á Reynatúgvu, og hin sandoyartingmannin, Gerhard Lognberg, um teirra ultimatum til, at Sandoyartunnilin stendur frammanfyri øll onnur mál hjá hesi samgonguni at fremja.

- Mítt svar til revolvarapolitikk er, at skal stuðul til samgonguna takast aftur og brúkast sum amboð, tá alt ikki gongur beint eftir egnari vild, so er best at taka seg úr beinanvegin, sigur Høgni Hoydal.

Hann heldur, at størsta avbjóðingin beint í løtuni er at fáa skil á fíggjar- og búskaparpolitikkinum og beinanvegin at seta kósina til broytingar og nýskapan í politisku raðfestingunum.

Eftir formansfrágreiðingina er orðaskifti