Á nýggjárinum hækka prísirnir hjá IRF við 4 prosentum Í løtuni betala limakommunurnar í IRF, 1.230 krónur fyri hvørt fólk í kommununi fyri at sleppa av við rusk, men á nýggjárinum hækkar gjaldið upp í 1.290 krónur.
Samstundis hækkar gjaldið hjá kommununum fyri at tøma rottangar fyri húsarhaldini, úr 140 krónum fyri hvørt fólk í kommununi, upp í 190 krónur.
Regin Jacobsen, nevndarformaður í IRF, sigur, at gjøldini fyri at sleppa av við burturkast, eru ikki hækkað í fýra ár, men nú slepst ikki undan eini príshækking.
Orsøkin er, at prísvøksturin í samfelagnum hevur verið stórur seinastu árini, serliga eru lønir og flutningur eru dýrkað, men harafturat noyðist IRF undir stórar útbyggingar nú fyri at klára at brenna undan og tær eru so dýrar, at tað er neyðugt at hækka gjaldið.
At IRF hevur ov lítla brenniorku, at tað er til stóran ampa fyri kommunurnar, virki, handlar og húsarhald, tí ávísar tíðir ber ikki til at sleppa av við burturkast.
Tí skal brennistøðin byggjast út nú fyri at klára tørvin.
Men tað eru ikki bara hækkandi gjøld hjá IRF.
- Tað er nú ókeypis at sleppa av papp og pappír til endurnýtsluna, eru nú ókeypis og tað kostar næstan onki at sleppa av við klárt plast.
- Men tað, sum skal til brenningar, verður dýrari, sigur Regin Jacobsen.
Hann sigur, at IRF tekur umhvørvislig atlit, tá ið prísir verða ásettir.
- Prísirnir lækka á øllum tí, sum verður skilt og endurnýtt, men teir fara upp á tí, sum skal brennast.