Formaður Sjálvstýrisfloksins vil ikki trúgva tí, fyrrenn hann hevur sæð tað við egnum eygum Kári P. Højgaard heldur seg hava eina forkláring upp á, hví Sjálvstýrisflokkurin ikki er boðin við til borðs at samráðast um samgongu
- Sjálvstýrisflokkurin raðfesti útbúgving, mentan og gransking, men tað einasta, CHE hava tosað um, eru fleiri tunlar,segi hann við Rás2 fyri løtu síðani.
Skuldu vit sleppa upp á part, mattu vit fyrst binda okkum til tveir tunlar fyri næstan tvær milliardir, áðrenn vit yvirhøvur komu so langt sum at tosa um onnur virði
- Kanska hetta útihýsti okkum, tí vit vilja,at útbúgving, mentan og gransking skuldi raðfestast framum tunlar.
- Ein høvuðsorsøk til at vit ikki er boðiðn við, er at vit hava víst á, at vit mugu raðfesta og tað merkir, sum okkurt má raðfestast niðureftir.
- Høvuðstrupulleikin er, at øll okkara ungu fara uttanlands og koma ikki aftur og tí er tað alt avgerðandi at vit fáa skapt útbúgvingar her heima.
Kári P. Højgaard heldur, at tað er margháttligt, at størsti trupuleikin í CHE samráðingunum hevur eitt mál, sum als ikki er nevndur í valstrínum, nevniliga Skálafjarðartunnilin.
Hann sigur, at endar Sjálvstýrisflokkurin í andstøðu, fer flokkurin sjálvandi at reka ein virknan andstøðupolitikk har hann fer at vísa á neyðugu raðfestingar.
- Vit mugu tora at raðfesta, ti skal landið skuldarbinda til tveir tunlar fyri tvær milliardir, er ikki ráð til annað, segði hann
Annars hevur hann framvegis onki álit á, at CHE samgongan verður til nakað, tí flokkarnir eru so ymiskir, at hann trýr ikki uppá tað, fyrrenn hann sær tað.










