Í farnu viku gavst oljufelagið Chevron við síni drúgvu og stóru boriverkætlan á Rosebankleiðini skamt frá føroyska markinum. Boripallurin Transocean Rather er nú á føroyskum øki og skal bora fyri BP.
Chevron boraði saman við Statoil, Dong og OMV tríggjar avmarkingar- og metingarbrunnar á Rosebank oljukelduni, sum varð funnin tvey ár frammanundan. Keldan er bert 7 fjórðingar úr markinum. Hon hevur verið mett at vera eitt stórt oljufund, men neyðugt var at bora fleiri metingarbrunnar fyri at fáa eina betri hóming av, um talan
veruliga er um eitt lønandi oljufund. Tá næsti brunnurin varð boraður í summar varð eisini avgjørt at royndarframleiða (testa), og henda royndarframleiðslan var so mikið væleydnað, at Chevron heldur óvantað, eftir at Sosialurin hevði avdúkað, at gasslogi stóð upp úr pallinum, gjørdi av at senda út tíðindaskriv. Her stóð, at royndarframleiðlsan á Rosebankkelduni hevur verið so mikið væleydnað, at tað má metast, at Rosebank er eitt lønandi oljufund. Síðani er ein triði metingarbrunnur boraður.
Hepnast væl
Sosialurin skilur frá oljuumhvørvinum í Aberdeen, at eisini hesin triði brunnurin hevur hepnast væl, tó at vit ikki fáa nakrar smálutir at vita. Her var tó eingin royndarframleiðsla, hvat heldur ikki sýntist neyðugt. Sum skilst skal tilfarið nú vendast og snarast, og niðurstøða skal gerast um og nær farast skal undir at byggja hesa oljukelduna út til veruliga framleiðslu. Tað áhugaverda og kanska eisini torgreidda við júst hesi kelduni er, at hon liggur í fleiri basaltløgum. Helst skulu uppaftur fleiri kombineraðir metingar- og leitingarbrunnar borast, áðrenn ferð kemur á eina útbygging.
Sosialurin veit, at Chevron, sum er fyrsitøðufelag hevur lagt nógv fyri og fer at leggja enn meira fyri í royndunum at fáa ítøkilig úrslit við síni leiting á Atlantsmótinum. Í hesum sambandi verður í løtuni bygt sera framkomið boriskip, sum m.a. fer at verða brúkt á Atlantsmótinum til eitt nú at bora fleiri brunnar á Rosebankleiðini og helst eisini – til at bora fyrsta brunnin á føroyska landgrunninum antin á vetri 2008 ella tíðliga í 2009. Júst í hesum døgum hevur Malene Østervold gjørt seismiskar kanningar báðumegin markið. Hetta verður gjørt fyri at hava betri grundarlag at taka støðu til fyrstu boringina á føroyska landgrunninum, skamt frá markinum. Og eisini fyri at tvinna saman loyvini báðumegin markið og fyri at vita, hvussu meinlík jarðfrøðin á bretskum øki er henni á føroyska landgrunninum. Hyggja vit longur fram í tíðina og ímynda okkum, at oljufund eisini verður gjørt á føroyska landgrunninum, so er tað ikki óhugsandi, at eitt stórt oljufelag sum Chevron kann seta út í kortið eina felags útbygging báðumegin markið tvs. byggja út Rosebank og eitt føroyskt oljufund skamt har frá samtíðis. Hetta var tað, sum BP hevði í kvittanum fyri nøkrum árum síðani, tá tað metti tað sannlikt at gera fund báðumegin markið í tí sokallaða ”Gullhorninum”. Har vísti tað seg so, at brunnarnir báðir, ein í føroyskum øki og ein í bretskum, vórðu turrir. Nú Chevron hevur funnið Rosenbank, so kann sigast, at komið er væl longri málinum enn tí hjá BP fyri nøkrum árum síðani.
Spenningur um Cambo
Nakað sunnan fyri Rosebank liggur enn ein oljukelda, sum mong í oljuheiminum vænta sær nógv av. Talan er um Cambofundið, ið varð gjørt nøkur ár herfyri. Mett var at talan var um eitt veruligt fund, og tí er longu ein metingarbrunnur boraður. Sum skilst hevur hann verið positivur, tí Amerada Hess, sum er fyritstøðufelag hevur leingi roynt at fáa fatur á ein pall at bora enn ein metingarbrunn. Hetta er nú eydnast felagnum og eftir hvat Sosialurin veit, so verður borað í 2008.
Eftir naggatódn á Atlantsmótinum í nógv ár kundi tí nú okkurt bent á, at møguleiki er fyri at vit næstu árini kunnu fáa tvær ymsar útbyggingar av oljukeldum, Rosebank og Cambo, sum báðar liggja tætt við føroyska markið. Tað skal tó undirstrikast, at enn er einki endaliga avgjørt um útbygging, men tann avgerðin kann verða tikin um eitt ella tvey ár.