Hoydal: Umdømi Føroya ein felags søk

Altjóða umdømi Føroya eigur ikki at vera lutur í partapolitiskum spæli, sum hoyrir farnari tíð til, skrivar Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri, har hann finst at Edmundi Joensen ?Edmund Joensen, løgtingslimur, fólkatingslimur og fyrrverandi løgmaður fyri Sambandsflokkin, roynir nú at sáa iva um álitið á føroyska fíggjarkervið og á føroyskar myndugleikar í sambandi við, at landsstýrið fer at taka fulla ábyrgd av føroyskum fíggjarrætti. Hetta ber tíverri boð um eina politiska framferð, ið hoyrir eini farnari tíð til. Tíðin átti langt síðani at vera farin frá, at føroyskir politikarar støðugt gera Føroyar til ein avbyrgdan og tilafturskomnan útjaðara í Danmark og halda seg fáa politiskan vinning í Føroyum av at ræða føroyingar frá at hava álit á, at vit megna at taka ábyrgd og samstarva við onnur á jøvnum føti í altjóða samfelagnum.?, skrivar Høgni Hoydal í lesarabrævi til fjølmiðlarnar.

Víðari stendur í brævinum:

?Framferðin hjá Edmundi Joensen byggir helst á ta misfatan, at ongin heimur er uttanfyri føroyska heimastýrið, og tískil gevur hann sær neyvan far um, at hann kann skaða altjóða umdømi Føroya við slíkum útsagnum. Tá ein fyrrverandi løgmaður og núverandi løgtings- og fólkatingslimur fer út við ógrundgivnum uppáhaldum í onkrum innanhýsis partapolitiskum spæli í Føroyum, verður tað eisini lisið og sæð í útheiminum.? ..... ?Tí er mín vón at Edmund Joensen ella formaður Sambandsfloksins rætta útsagnirnar. Tí eg havi álit á, at ongin hevur áhuga í at velja partapolitisk spæl fram um altjóða umdømi Føroya ? ið hevur týdning fyri alla vinnu, mentan og einstaklingar í Føroyum,? skrivar Høgni Hoydal í brævi til fjølmiðlarnar.