Enn ein yvirtøka av amerikumonnum

Sum skilst fer samtakið at skúgva skuldina, uppá góðar 250 milliónir krónur, til viks, umframt at geva venjara felagsins eina fittan pengapung at keypa fyri í summarsteðginum.

 

Tað verður væntað, at Derby fara at flyta niður úr Premier League í ár, orsakað av laku úrtøkuni í kappingini. Bert sjey stig eru komin inn á kontuna, og nú 15 dystir íresta, eru ?The Rams? (Veðrarnir blaðm.) 13 stig aftanfyri eitt pláss, ið gevur tryggleika frá niðurflyting.

 

Derby hava havt eina ræðuliga tilveru í Premier League, síðan teir fluttu upp í fjør. Teir hava bert vunnið ein dyst av teimum 23, og teir eru í vanda fyri at taka eitt met frá Sunderland, ið varð sett í kappingarárinum 2005-06. Metið, talan er um, er at Sunderland, er tað liðið, ið hevur megnað at fingið minst stig í einum kappingarári. Teir fingu bert 15 stig í 38 dystum, og endaðu langt aftastir. Nú er so spurningurin, um teir í Derby klára at skava sær nøkur stig saman, teir seinastu 15 dystirnar, so at teir ikki hava ivasama heiðurin at taka metið frá Sunderland.

 

Jewell hevur roynt at styrkt sær um spælarahópin í januar flytingarvindeyganum, og navnframir harrar, sum Robbie Savage og Emmanuel Villa, umframt ein gamal kenningur Laurent Robert eru komnir inn.

Hesi keyp eru framd fyri at stabilisera felagið, so at teir hava nakað at byggja víðari uppá, tá tað er stór sannlíkindi fyri at teir spæla í The Championship í næsta ár.

 

Aðrir amerikumenn eiga eisini Manchester United, Liverpool og Aston Villa.