Norðuratlantshavið fer at hava heilt onnur fiskasløg, og føroyski landgrunnurin fer at hava nógv minni gróður og harvið minni fisk. Hetta eru framtíðarútlitini, sum havfrøðingar og havlívfrøðingar kundu geva føroysku fiskivinnuni grundað á tær
veðurlagsbroytingar, sum eru hendar og fara at henda.
Endamálið við temadegnum var at fáa lýst tær broytingar, sum síggjast í havinum við og nærhendis Føroyar og Noregi og fáa ábendingar frá granskarum, hvussu tær væntandi kunnu ávirka fiskiskapin við Føroyar.
Til at lýsa hesi viðurskifti vóru serfrøðingar á økinum bjóðaðir at halda fyrilestrar. Bogi Hansen, havfrøðingur, Høgni H. Debes, havlívfrøðingur og Ole Arve Misund, granskingarleiðari frá Havforskningsinstituttet í Bergen greiddu reiðarum, fiskaseljarum og øðrum áhugaðum frá, hvussu støðan er í dag, og hvat væntandi fer at henda komandi árini.
Nógv fólk – ella nógvir menn – frá føroysku fiskivinnuni høvdu sett dagin av til at fáa nýggja vitan um umhvørvið og umhvørvisárinini á hav og fiskiskap. Meinhardt Jacobsen, stjóri á Faroe Seafood, var stak væl nøgdur við ráðstevnuna.
- Tað var sera áhugavert at hoyra, hvat serfrøðingar meta fer at henda. Vit eiga at fyrireika okkum til alt, eisini at fiskastovnurin broytist fullkomiliga. Bogi Hansen legði dent á, at fiskivinnan hevði ábyrgd fyri einum triðingi av føroyska CO2 útlátinum. Hetta helt Meinhardt Jacobsen eisini vera týdningarmikið at fáa framm.
- Men sjálvandi kann man ikki vænta, at ein einstakur vinnumaður fer at gera íløgur í meira umhvørvisvinarliga framleiðsluháttir, um hetta ikki loysir seg. Umhvørvisspurningurin er ein samfelagsspurningur og má viðgerast sum so, leggur Meinhardt Jacobsen áherslu á.