er alt ov vánaligur. Misbrúkar støðuna Í løtuni er tað bara Fiskavirking á Tvøroyri, sum hevur orku at virka kongafisk í størri nøgdum. Og hetta heldur formaðurin í Reiðarafelagnum vera eitt stórt vandamál [...] sína støðu í hesum sambandi, sigur Jákup Sólstein. Hann heldur, at dømið við kongafiskinum úr Irmingarhavinum eigur at ræða okkum frá øllum tosi um at noyða øll føroysk skip at selja í Føroyum. Ímynda [...] Sólstein. Í løtuni er prísurin, virkið á Tvøroyri letur fyri kongafisk úr Irmingarhavinum, millum 2,41 og 2,55 krónur kilo. Jákup Sólstein vísir á, at Fiskavirking á Tvøroyri fær millum 1 og 1,25 krónur í studningi
kemur til hugburð og rættindi. Soleiðis siga tey úr LGBT+ Føroyum í tíðindaskrivi í dag. – Vit síggja ein vaksandi og álvarsligan trupulleika í okkara samfelag, sum ger gerandisdagin fyri nógvar LGBT+arar [...] – Tað hevur avleðingar Í nýggjari spurnarkanning sum LGBT+ Føroyar hevur gjørt siga 67% av LGBT+arum seg verða happaðar í skúlanum vegna sína kynsligu sannføring ella samleika. Í náttarlívinum er talið [...] LGBT+arar ótryggan. Nógvir ungir lgbt+arar siga frá haturstalu og ágangi í almenna rúminum. – Tey ungu siga frá upplivingum og hendingum, sum fara langt út um tað, vit eiga at góðtaka. Alt ov nógvir ungir LGBT+arar
áðrenn hálvleik var Montenegro komið á odda 2-1, og í seinna hálvleiki fingu tær trý mál afturat, so úrslitið gjørdist 5-1 til Montenegro. Í hinum dystinum í bólkinum, sum eisini var spældur týsdagin, vann [...] Úrslitið var als ikki í tráð við leikgongdina, tá føroyska kvinnulandsliðið týsdagin tapti 5-1 fyri Montenegro. Málið hjá Føroyum skoraði Sunniva Willemoes, skrivar Fótbóltssambandið. Montenegro var møguliga [...] bara tað, ið var munurin á liðunum á Gradski Stadion í Podgorica týsdagin, skrivar FSF.fo. Hepnið fylgdi heimaliðnum, meðan okkara ikki vóru nóg neyvar í avgerandi løtum, og tí kom munurin á máltalvuni at
útsettur minniluti í Føroyum, eftirsum eitt paragraffískoytið um, at man skal verða vardur uttan mun til seksuella orientering skal vekja slíka mótstøðu. Hendan mótstøða er altso í sær sjálvum prógv um [...] fáa eitt serstakt pláss í lógini. Eg eri kristin, men standi púra spyrjandi um, hvussu man kann vísa til orð Bíbliunnar, og í sama andadrátti fullkomuliga gloyma tað grundleggjandi í kristna gleðiboðskapinum: [...] verða dømd. Um Jesus hevði komið til Føroyar ár 2006 er einki ivamál um, í hvørjum parti Hann hevði verið. Hann hevði, sum altíð, verið í parti við teimum útstoyttu ella teimum veiku og hevði aldrenn góðtikið
tingmenn vístu seg sum menn og stóðu við sítt. Hóast hetta mál hevur sett kílar í samgongu og í flokkar og eisini úti í tí føroyska samfelagnum, so hevur alt orðaskiftið rundan um tey samkyndu verið sunt [...] her fyrst og fremst oddafólkini í Miðflokkinum við eitthvørt høvi og fyri at skapa sær atkvøðuvinning, misbrúka Halgubók. Tað mest áhugnaliga og vandamikla, sum kann henda í føroyskum politikki er, um hesin [...] hava staðfest ein tann mest týðandi boðskapin í Kristindóminum, nevniliga hann um tolsemi og at virða hvør annan, samtíðis sum vit liva upp til boðskapin í demokratiinum um, at øll eru líka nógv verd og
Fótbóltur Svenski landsliðsvenjarin í fótbólti, Lars Lagerback, vitjaði um vikuskiftið í Føroyum. Hann hevði skeið fyri føroyskum venjarum fríggjadagin, og fleiri enn 30 venjarar vóru til hetta skeiðið [...] dent á, at ferð skal verða í fótbóltsspælinum, og at fótbóltsspælarar støðugt arbeiða við at betra um ferðina í sínum spæli. - Stóri munurin millum góð lið og minni góð lið liggur í ferðini, sum liðini spæla [...] FSF fyri teimum fremstu venjarunum í landinum. Lars Lagerback greiddi frá sínum arbeiði á svenska fótbóltslandsliðnum, og føroysku venjararnir fingu eisini innlit í spælistílinum hjá svenska landsliðnum
rokna, men at hjálpa sær hava tey fingið fryntligu Fryntarnar í Fryntavík, sum Edward Fuglø hevur gjørt til ein heilan myndaheim fyri seg í bókini. Kendur ænintýrheimur Saman við tekingunum og søgunum, [...] kunnu næmingarnir fylgjast við Fryntunum og gruna yvir tær ymsu rokniavbjóðingarnar, teir renna seg í. Í Fryntavík hava tey til dømis bara eina klokku, sum sigur ding-dong. Ein dagin fáa teir eina klokku [...] hjálpa Fryntunum at loysa onkra av rokniuppgávunum í bókini. Sjálvt um hetta er ein ævintýrheimur, er tað lætt hjá børnunum at kenna seg sjálvi afttur í tí, sum hendir. Fryntarnir gera nevniliga alt sovorðið
Maju, tí vit komu at virka saman í umleið 10 ár í landsleiðsluni hjá Woman`s Aglow. Maja var við til at stovnseta hendan tvørkirkjuliga felagskapin fyri kvinnur í Føroyum. Í samband við hetta arbeiði er tað [...] Hesa løtuna í kirkjuni gjørdist eg knappliga greið yvir hvussu nógv okkara land, okkara fólk og kirkjan hevur mist, nú Maja er farin. Hon var ein bønarhetja burturav, ein andans stríðsmaður, altíð á varðhaldi [...] varð tikin heim, 89 ára gomul. Fyrstu ferð, eg var saman við Maju,var á einum altjóða kvinnubønarmøti í Frelsunarherinum. Nógvar kvinnur luttóku, men eg legði beinanvegin merki til hesa kvinnuna, sum hevði
Hoyvíksvegnum í Havn og P/F Esmar Simonsen á Kambsdali um at VR-Bilar framyvir fara at umboða bilmerkið Chevrolet í Føroyum. VR-Bilar selur frammanundan bilmerkini Volvo og Renault. Avtalan ber eisini í sær, at [...] viðskiftafólkini verða kunnaði um seinni. Eykalutir: Goymslan av Chevrolet eykalutum, verður í næstum flutt til VR-Bilar í Havn, sum kann senda eykalutir um alt landið. "Hendan avtalan fer at betra tænastustøðið [...] viðskiftsafólkini kunnu finna sær ein bil til einhvønn tørv og prísklassa. og at viðskiftafólkunum stendur í boði, ein kvalitetsbil við upp til 3 ára mekaniskum garanti fyri ein sera kappingarføran prís. Verkstað:
íslendingar í dag hava ein virðisbrævamarknað, sum í virði svarar til 120% av bruttotjóðarúrtøkuni. Sigurd Poulsen, stjóri í VMF, metir tó ikki, at hetta er eitt tal, sum føroyingar fara at røkka í bræði, men [...] samstundis. Men kunnu slíkar mannagongdir ikki verða truplar í Føroyum, har sambandið millum fólk er tætt, og har tað ofta kemur fyri, at nevndarlimir sita í fleiri feløgum. Feløg, sum tá kanska kunnu hava áhugamál [...] Tað ber sjálvandi ikki til at seta dagfesting á, men vit hava eina tíðarætlan, har vit vóna, at tað í 2007 eru níggju føroyskar fyritøkur skrásettar. Vit vita jú, at okkurt alment partafelag kanska kemur