Fótbóltur
Svenski landsliðsvenjarin í fótbólti, Lars Lagerback, vitjaði um vikuskiftið í Føroyum. Hann hevði skeið fyri føroyskum venjarum fríggjadagin, og fleiri enn 30 venjarar vóru til hetta skeiðið, sum var eitt árligt íblástrarskeið hjá FSF fyri teimum fremstu venjarunum í landinum.
Lars Lagerback greiddi frá sínum arbeiði á svenska fótbóltslandsliðnum, og føroysku venjararnir fingu eisini innlit í spælistílinum hjá svenska landsliðnum, og hvussu hesin spælistílur verður vandur.
- Tað er umráðandi, at ein venjari sleppur at arbeiða í nøkur ár við einum liði, tí um hetta arbeiðið ikki er støðugt, er trupult at fáa úrslit, segði Lagerback, sum síðani 1998 hevur verið venjari hjá svenska landsliðnum – fyrst saman við Tommy Søderberg og síðani sum høvuðsvenjari sjálvur.
- Venjarin er leiðarin fyri liðið, men ein venjari kann ikki gera alt einsamallur. Hann hevur stóran týdning fyri arbeiðið við liðnum, men tað er alt liðið rundan um liðið, sum skapar úrslitið, segði Lars Lagerback.
Ferðin er á muni
Lars Lagerback legði stóran dent á, at ferð skal verða í fótbóltsspælinum, og at fótbóltsspælarar støðugt arbeiða við at betra um ferðina í sínum spæli.
- Stóri munurin millum góð lið og minni góð lið liggur í ferðini, sum liðini spæla fótbólt. Góðir spælarar og góð lið flyta bóltin skjótari, spælararnir arbeiða skjótari við bóltinum, teir avlevera harðari og renna skjótari.
- Tí skulu spælarar hava ferð á spælinum undir venjing, og venjarin skal støðugt minna teir á at halda ferðini – avlevera harðari og renna skjótari til dømis, segði Lars Lagerback.
Hann helt eisini, at hann kundi geva føroyskum fótbólti góð ráð, hóast hann segði seg ikki kenna umstøðurnar nóg væl.
- Um føroyskur fótbóltur setur sær eitt mál og arbeiðir miðvíst fram ímóti tí, so fer støðið á fótbóltinum her eisini at hækka. Tað er eingin skjótur vegur á mál, tað skal hart arbeiði til, segði Lagerback.