Hesa løtuna í kirkjuni gjørdist eg knappliga greið yvir hvussu nógv okkara land, okkara fólk og kirkjan hevur mist, nú Maja er farin. Hon var ein bønarhetja burturav, ein andans stríðsmaður, altíð á varðhaldi líka til tað seinasta, nú hon varð tikin heim, 89 ára gomul.
Fyrstu ferð, eg var saman við Maju,var á einum altjóða kvinnubønarmøti í Frelsunarherinum. Nógvar kvinnur luttóku, men eg legði beinanvegin merki til hesa kvinnuna, sum hevði ein serligan myndugleika. Aftaná fekk eg at vita, at hetta var Maja Dalsgarð.
Seinni fekk eg tann frammíhjárætt at koma at kenna Maju, tí vit komu at virka saman í umleið 10 ár í landsleiðsluni hjá Woman`s Aglow. Maja var við til at stovnseta hendan tvørkirkjuliga felagskapin fyri kvinnur í Føroyum.
Í samband við hetta arbeiði er tað, eg kenni Maju best. Hon var ein stór fyrimynd fyri meg og fyri nógvar aðrar kvinnur. Hon var altíð fús at hjálpa, styrkja og biðja við kvinnum, sum høvdu tørv á tí, og tær eru nógvar, sum hava fingið hjálp í neyðini gjøgnum eitt orð frá Maju. Afturat hesum kann nevnast, at hon var serstakliga gestablíð.
Sjálv havi eg nógv at takka Maju fyri. Eg fari ongantíð at gloyma, tá hon kom inn á sjúklingahotellið á Ríkissjúkrahúsinum, og var saman við mær, meðan maður mín varð lagdur undir skurð, og tann tryggleika eg kendi við at vera saman við henni.
Tá eg hugsi um Maju og hennara lív, sum mangan hevur verið baldrut, tá stendur hon fyri mær, sum ein kvinna, sum varð vakt av Harranum sum ung og livdi í vekingini alt lívið.
Ein vegleiðari - ein fyrimynd er farin.
Eg fari tí at enda við hesum orðum:
"Minnist vegleiðarar tykkara. Aktið eftir hvussu teir endaðu lív sítt, og eftirfylgið so trúgv teirra!"
Æra verið minnið um Maju Dalsgarð.
Erna Háberg