Oddagrein Ein skilagóð avgerð

Føroya Løgting tók í morgun eina skilagóða avgerð, tvørtur um floks- og samgongumørk. Eina sera prinsipiella avgerð, sum tænir hesum høga tingi. Sum skapar okkum virðing í londum aðrastaðni, har mannarættindi til eina og hvørja tíð verða raðfest høgt. Broytingin í revsilógini um grein 266b varð samtykt við 3. viðgerð við 17 atkvøðum. Vit søgdu okkara greiðu meining um hetta mál í oddagrein týsdagin eftir 2. viðgerð og vilja vísa til hana enn einaferð

Vit kunnu so bert leggja aftrat, at okkum vitandi hevur eitt øgiligt trýst verið lagt á tingmenninar, sum atkvøddu ja við 2. viðgerð. Sannur telefonstormur hevur verið á hesar tingmenn frá ekstremum átrúnaðarligum bólkum. Men hesir tingmenn vístu seg sum menn og stóðu við sítt.

Hóast hetta mál hevur sett kílar í samgongu og í flokkar og eisini úti í tí føroyska samfelagnum, so hevur alt orðaskiftið rundan um tey samkyndu verið sunt og gott fyri okkara demokrati, sum slapp at standa sína roynd og sum kláraði próvtøkuna. Vit skulu sjálvandi tolerera allar meiningar, men hetta mál hevur so víst, at ein partur av tí trúgvandi Føroyum megnar ikki at fylgja tíðarinnar ráki men velur heldur at tvíhalda um bókstaviliga Bíbliutrúgv. Flest øll eru góð við Halgubók, men tað er at gera seg inn á somu bók, tá ávísir politikarar, her fyrst og fremst oddafólkini í Miðflokkinum við eitthvørt høvi og fyri at skapa sær atkvøðuvinning, misbrúka Halgubók. Tað mest áhugnaliga og vandamikla, sum kann henda í føroyskum politikki er, um hesin flokkurin sleppur at gera sær dælt av slíkum máli. Tað er kanska eisini júst endamál hansara við at skapa so stóra øsing rundan um hetta mannarættindamál.

Tað hevur verið sagt, at kom hetta málið ígjøgnum, so fór tað at seta djúp sár í tjóðina alla. Tað kann vera, men eftir okkara tykki er hetta ein fullkomiliga yvirdrivin reaktión. Tí tað ber væl til at vera góður trúgvandi eftir hesa lógarbroyting. Kanska hon ger okkum sum trúgvandi nógv meira verd, tí vit her hava staðfest ein tann mest týðandi boðskapin í Kristindóminum, nevniliga hann um tolsemi og at virða hvør annan, samtíðis sum vit liva upp til boðskapin í demokratiinum um, at øll eru líka nógv verd og eiga at verða líka nógv vird.

Sosialurin