Málið er 60%

Stjórin í VMF vónar, at vit um eini tvey ár hava ein veruligan aktivan marknað í Føroyum

VMF

Undir røðu síni segði stjórin fyri íslendska keypsskálan, at íslendingar í dag hava ein virðisbrævamarknað, sum í virði svarar til 120% av bruttotjóðarúrtøkuni.
Sigurd Poulsen, stjóri í VMF, metir tó ikki, at hetta er eitt tal, sum føroyingar fara at røkka í bræði, men minni kann eisini gera tað, heldur hann.
- Tað ber sjálvandi ikki til at seta dagfesting á, men vit hava eina tíðarætlan, har vit vóna, at tað í 2007 eru níggju føroyskar fyritøkur skrásettar. Vit vita jú, at okkurt alment partafelag kanska kemur á marknaðin longu komandi ár, og røkka vit níggju fyritøkum, so halda vit, at vit hava ein veruligan marknað.

Krevur tilvenjing
Verður tosað um longri tíðarskeið frameftir, so metir Sigurd, at vit innan eini 10 ár kunnu hava ein marknað, sum er eini 60% av BTÚ, men hann leggur samstundis dent á, at hetta krevur eina tilvenjing.
- Fyri feløgini setir tað jú stór krøv um bæði roknskap og kunning sum heild. Tað er jú so, at eingi tíðindi skulu út, fyrr enn eigararnir hava fingið tey at vita. Og hesir skulu allir fáa boðini samstundis.
Men kunnu slíkar mannagongdir ikki verða truplar í Føroyum, har sambandið millum fólk er tætt, og har tað ofta kemur fyri, at nevndarlimir sita í fleiri feløgum. Feløg, sum tá kanska kunnu hava áhugamál sum ávíkavist keyparar og seljarar?
- Tað merkir sjálvandi, at feløg mugu skipa seg rætt. Og kanska eisini eitt sindur øðrvísi. Treytirnar á marknaðinum eru í øllum førum sera greiðar. Og tað verður eisini hildið eyga við, hvør keypir og selir. Tí verður eisini hugt væl eftir sonevndu insider-handlunum, har keypari ella seljari kanska sita inni við vitan, sum onnur ikki hava. Og verður tað staðfest, so verður reagerað alt fyri eitt.