– Hóast stórar broytingar eru hendar til betra seinastu árini hjá LGBT+arum, so er framvegis nógv eftir at gera – bæði tá tað kemur til hugburð og rættindi.
Soleiðis siga tey úr LGBT+ Føroyum í tíðindaskrivi í dag.
– Vit síggja ein vaksandi og álvarsligan trupulleika í okkara samfelag, sum ger gerandisdagin fyri nógvar LGBT+arar ótryggan. Nógvir ungir lgbt+arar siga frá haturstalu og ágangi í almenna rúminum.
– Tey ungu siga frá upplivingum og hendingum, sum fara langt út um tað, vit eiga at góðtaka. Alt ov nógvir ungir LGBT+arar siga frá søgum, har spýtt verður eftir teimum, har tey verða hótt, sligin, niðraði og spottaði.
LGBT Føroyar vísir á nøkur dømi:
“Tað verður rópt eftir mær og eg eri eisini blivin hóttur”
“Havi upplivað at fólk hava spýtt eftir mær”
“Eri blivin skallaður”
“Einaferð varð eg forfylgdur frá SMS oman í Steinatún, teir róptu “bøssi” og kastaðu kavabløk eftir mær allan vegin oman”
“Eg varð sligin i búkin, tí eg dansaði við einum drongi”
“Ein trøllvaksin maður segði við meg: Far heim og hong teg sjálvan”
– Tað hevur avleðingar
Í nýggjari spurnarkanning sum LGBT+ Føroyar hevur gjørt siga 67% av LGBT+arum seg verða happaðar í skúlanum vegna sína kynsligu sannføring ella samleika. Í náttarlívinum er talið 47%, meðan 37% siga seg verða happaðan á sosialu miðlinum vegna sína kynsligu sannføring ella samleika.
26% av LGBT+arum hava upplivað hatursbrotsverk, tað vil siga at tey hava verið fyri kropsligum ella sálarligum harðskapi vegna sína kynsligu sannførling ella samleika.
47% siga seg ofta ella dagliga hoyra orð sum bøssi, gay bøssut osfr. verða brúkt niðurgerandi.
– Tað hevur víðfevndar avleiðingar fyri tey ungu, sum verða útsett fyri hesum og tann ótryggleikin, hetta skapar, ávirkar tey eisini sálarliga og ger lívið hjá teimum óneyðuga trupult, sigur LGBT+ Føroyar.