Fiskavirking misbrúkar støðuna

Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum, heldur Fiskavirking misbrúka monopol líknandi støðuna í sambandi við kongafiskin úr Irmingarhavinum

Grækaris Djurhuus Magnussen


Formaðurin í Føroya Reiðarafelag tekur nú undir við teimum, sum halda prísin á fiski úr Irmingarhavinum, serliga kongafiskin, vera ov svikaligan. Og hann vísir á, at tað er monopol líknandi støðan hjá Føroya Fiskavirking á Tvøroyri, ið er ein orsøkin til svikaligu prísirnar.

Seinastu dagarnar hevur stór ónøgd verið við prísin á kongafiski úr Irmingarhavinum. Millum annað hevur Reiðarin á Suðringi víst á, at prísurin er alt ov vánaligur.


Misbrúkar støðuna

Í løtuni er tað bara Fiskavirking á Tvøroyri, sum hevur orku at virka kongafisk í størri nøgdum. Og hetta heldur formaðurin í Reiðarafelagnum vera eitt stórt vandamál.

­ Eg haldi Fiskavirking beinleiðis misbrúka sína støðu í hesum sambandi, sigur Jákup Sólstein.

Hann heldur, at dømið við kongafiskinum úr Irmingarhavinum eigur at ræða okkum frá øllum tosi um at noyða øll føroysk skip at selja í Føroyum.

­ Ímynda vit okkum, at øll føroysk skip verða tvingað at selja allan fisk um uppboðssøluna, so kann endin skjótt verða tann sami sum við kongafiskinum úr Irmingarhavinum. Verður ongin kapping, so kunnu vit vænta, at prísurin verður hareftir, sigur Jákup Sólstein.

Í løtuni er prísurin, virkið á Tvøroyri letur fyri kongafisk úr Irmingarhavinum, millum 2,41 og 2,55 krónur kilo.

Jákup Sólstein vísir á, at Fiskavirking á Tvøroyri fær millum 1 og 1,25 krónur í studningi fyri kilo av hesum sama fiskinum.

Stjórin á P/F Fiskavirking, Jákup Mørkøre, vísir upp á tað harðasta aftur, at Fiskavirking misbrúkar støðuna.

­ Tá vit á sinni tosaðu við Marner Lisberg, reiðara, um kongafiskin, var hann væl nøgdur við prísin. Hann vísti millum annað á, at prísurin, vit lótu, var hægri enn prísurin, sum íslendingar góvu, sigur Jákup Mørkøre.

Hann leggur aftrat, at marknaðin sum so kann Fiskavirking onki gera við.