á sikt, og fyri tað næsta, so koma vit í somu støðu sum Lorvíkingar við ferðslutrupulleikum, og í somu støðu sum Viðingar í samband við koyrivandan! Tí øll minnast vit omanlopið undir Kjølinum sum kundi [...] alt hetta talar fyri, at loysnin í Gerðum er tann besta - og nógv tann bíligara í longdini, og tað eru av sonnum góð argumentir, og tí eigur tað uppskotið um tunnilsgerð úr Gerðum at verða samtykt, hóast [...] tað kann als ikki góðtakast, hvørki av borgarunum ella Klaksvíkar Býráð. So góðu Løgtingsfólk - latið nú logikkin og fornuftina ráða, - so vera trupulleikanir loystir beinanvegin, - við eini skilagóðari samtykt
num eru heldur ymiskar um hetta. Tí verður ikki roynt aftur, fyrr enn líkindi batna. - Vit hava higartil bert gjørt ta einu royndina, tá tey eftir ætlan skuldu lenda áðrenn kl. 14, og nú bíða vit eftir
tí vit eru jú ein og sama tjóð, við somu rættindum. Eina kvøðu og tøkk sendi eg eisini til tykkum, sum ikki stillaðu uppaftur, ella ikki vóru afturvald, og sum eg havi stóra virðing fyri, hóast vit ikki [...] tillukku tit, sum vunnu inn um tinggátt, nývald sum afturvald. Ein styrki fyri flokkin at kvinnurnar nú fjølgast á tingi, sum liður í nútímansgerðini av føroyska samfelagnum. Latið kortini ikki sterku sentralu
ein sokallað miðstøð fyri húsharhaldstól. - Vit síggja fleiri og størri møguleikar við at fara uppí handilsketuna EL-Køb, tí har fáa vit bestu prísirnar sum eru á marknaðinum, sigur Poul Jacobsen við Sosialin [...] Sosialin. Poul leggur afturat, at tað hevur leingi verið arbeitt við hesi ætlan, og nú er so klárt at lata upp. Vinjard Johansen og Jarnold Nattestad reka handilin, sum í dag letur upp á Hálsi.
kom í tað fína atelierið, har eitt nú brúðarmyndir verða tiknar. Men ríkiligt av dramatikki var í hinum atelierinum. Vit funnu ikki stoppikranan beinanvegin. Tá vit funnu henda uttanfyri, passaði lykilin [...] døgurðatímanum, og hálvanannan tíma fossaði vatn út . Kanska virði fyri einar 50 til 100 túsund krónur eru mist, men tað kundi verið fleiri ferðir verri, sigur Per á Hædd. Hann sipar til, at eini tíggju kuffert
kundi verið. Tað ræður um at hjálpa til, nú nýggjar leiðir á almanna- og heilsuøkinum skulu finnast. Tær skulu helst verða bæði betri og bíligari enn tær, vit hava, so brúk er fyri øllum góðum kreftum [...] kreftum, eisini okkara. Umsorgan hevur altíð verið ábyrgdarøkið hjá kvinnum, og vit hava tískil bæði vitan og royndir at lata frá okkum hesum viðvíkjandi. Aftrat tí er tað avgerandi fyri javnstøðuna millum kynini [...] var afturvald og hevur skipað seg við Bergtóru Hanusardóttur sum forkvinnu. Hinir nevndarlimirnir eru Inga Ellingsgaard, Marjun Berg, Gunnvá Haldansen og Thurid Justinussen, eykalimirnir Kristina Eldevig
sindur av litaviska høvuðsstaðnum, og tí høvdu vit bílagt ferðaseðil við flogfarinum til Moskva seinnapartin og ikki við tí, sum fór fyrrapartin. Men tá vit komu til passeftirlitið í lufthavnini gjørdu tey [...] Kréksjin, sum er russari. Hann hevur í ár roynt seg í B68, uttan at tað hevur hilnast serliga væl. Nú var hann á veg heim aftur til Moskva. Ætlanin hjá honum var at steðga við ferðini úr Vilnius til hóskvøldið [...] hóskvøldið, greiðir Niclas Davidsen, formaður í B68 frá. Hann er millum tey umleið 20 ferðafólkini, sum eru við landsliðnum í Vilnius.
samrøðu. - Vit hava tríggjar nýbygningar í gerð til Grønlands. Tann fyrsti skal latast í apríl mánað komandi. Hinir báðir verða latnir ávikavíst í november og apríl komandi ár. - Harumframt hava vit nokk at [...] umvælingum, men her knípir at fáa fatur á smiðum. Tað hevur altíð verið trupult at fáa fatur á smiðum, men nú ber av. - Teir fáa betri sømdir við at fara av landinum at arbeiða. Skattalætta fyri at arbeiða aðrastaðni [...] eisini trupuleikar at fáa fólk. Tað starvast umleið 170 fólk hjá Tórshavnar Skipasmiðju, og á Skála eru umleið 75 mans í starvi.
Avgerðin er longu tikin: -Avgerðin hjá aganevndini kemur ikki óvæntað á okkum. Vit halda okkum framvegis at hava eina góða søk, og vit kæra avgerðina til yvirkærunevndina, sigur Jákup Mørk formaður í B36. [...] september vann 3-1 á heimavølli ímóti B68. Svarinum á henda spurning hevur tað verið bíðað eftir, og nú hevur aganevndin svarað spurninginum. Svarið er, at aganevndin dømir B36 at tapa 3-0 og B68 at vinna [...] deildini, og avgerðini ber við sær, at spenningurin verður størri um fjórða plássið. Í tí kappingini eru B36 og EB/Streymur. Avgerðin hjá aganevndini kann kærast til yvirkærunevndina, sum eigur endaligu avgerðina
at styrkja samskiftið við lokala vinnulívið. - Vit vilja fegin hoyra eitt sindur um, hvørjar avbjóðingar, ætlanir og tankar tit ganga við, samstundis sum vit vilja greiða frá, hvørjum arbeitt verður við [...] vinnu- og umhvørvisøkinum. Tað siga tey í Sunda kommunu. Ein skrá er løgd fyri fundin, og her fer eitt nú umboð fyri Hagstovuna at greiða frá vinnulívinum í Sunda kommunu í tølum. Umboð fyri kommununa fer [...] slíkur fundur leggur eisini upp til óformelt og hugnaligt vinnuprát. - Tey, sum hava hug at verða við, eru vælkomin at boða frá á teldupostinum susanna@sunda.fo í seinasta lagi mánadagin hin 5. februar. Í Sunda