Mæla til ekspertskattaskipan

Fyri at fáa vælútbúgvin fólk til Føroya at arbeiða í KT vinnuni eiga vit at gera eina serliga ekspertskattaskipan, sum eggjar serfrøðingar at koma til Føroya.

Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum hevur hetta uppskot í ársfrágreiðing síni eftir aðalfundin í síðstu viku.

Arbeiðsgevararfelagið vísir á, at í 2012 hevur virksemið í KT-vinnuni verið á leið tað sama sum í 2011, hóast nakrar av afturmeldingunum eru, at 2012 var eitt nakað betri ár hjá KT-vinnuni enn 2011.

– Konsolidering hevur verið í KT-vinnuni tey seinnu árini. Hóast hetta sæst, at nýggjar fyritøkur verða stovnsettar, sigur FAG.

– Fleiri virkir í KT-vinnuni hava boðað frá, at tað er torført at fáa vælútbúgvin KT-fólk í KT-vinnuna í Føroyum. Tí hevur KT-vinnan fleiri ferðir alment víst á, at ein ekspertskattaskipan eigur at verða sett í gildið í Føroyum, sum eggjar serfrøðingar tilFøroya við skattalætta í eitt avmarkað tíðarskeið, eins og vit kenna tað úr øðrum Norðurlondum. Enn hava landsins myndugleikar ikki tikið hetta tilmæli til sín, hóast tað nú er nevnt í álitinum um fólkavøkstur, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.