##med2##
At seta forboð fyri at selja tubbakk í Føroyum, er eitt sera gott hugskot. Tað heldur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum. Og hann heldur harafturat, at tað hevði verið eitt mál, tey allarflestu høvdu kunna liva við.
Í Danmark virkar stjórnin fyri at seta eina lóg í gildið um at forbjóða teimum, sum eru fødd eftir 2010, at keypa sigarettir og annað tubbakk. Sosialurin hevur spurt føroyskar politikarar, hvat teir halda um eitt slíkt mál. Hvat teir halda um tað, ber til at síggja í Sosialinum, sum verður at fáa ú handlum og kioskum nú um vikuskiftið.
Men hjá Magna Mohr er eingi ivi, tí hann heldur, at hetta er eitt sera gott hugskot. Hann vísir á, at síðani vit fingu eina nýggja roykilóg fyri fleiri árum síðani, er lítið og einki hent á økinum, so vilja vit tálma roykingini, verður neyðugt at seta víðgongd tiltøk í verk.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Magna Mohr greiða frá á FM1 um, hvat hann heldur um at seta forboð fyri royking.









