Landsliðið úttikið

Fótbóltur: Føroyska A-landsliðið skal spæla móti Andorra mikudagin 3. mars

Allan Simonsen, landsliðsvenjari, hevur nú tikið út 19 spælarar, sum skulu við á venjingarlegu hjá føroyska A-landsliðnum í spanska býnum Cadiz í døgunum frá 24. februar til 5. mars. Teir 19 spælararnir eru:

Uni Arge úr Aarhus Fremad, Jákup á Borg úr B36, Jan Dam úr Herfølge, Símun Eliasen úr Aarhus Fremad, Hans Fróði Hansen úr HB, Jens Kristian Hansen úr B36, John Hansen úr KÍ, Øssur Hansen úr B68, Henning Jarnskor úr GÍ, Johannes Joensen úr HB, Sunvard Joensen úr GÍ, Óli Johannesen úr TB, Julian Johnsson úr Kongsvinger, Todi Jónsson úr FC Keypmannahavn, Jens Martin Knudsen úr Leiftur, Heðin á Lakjuni úr KÍ, Allan Mørkøre úr HB, John Petersen úr B36 og Pól Thorsteinsson úr B36.

Á ferðini skal føroyska landsliðið spæla tríggjar dystir. Tann 3. mars spæla Føroyar móti Andorra, meðan tað enn ikki er ásett, hvørji mótstøðuliðini verða í dystunum, sum verða spældir 27. februar og 1. mars.