Tað var eitt bragd av teimum heilt stóru, tá ið U19 landsliðið hjá monnum vann finaluna í EHF Championship ímóti Hvítarusslandi í gjárkvøldið.
Tað heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og í dag hevur hann sent teimum skriv, har hann ynskir teimum hjartaliga tillukku við avrikinum.
Samstundis hevur U19 landsliðið kvalifiserað seg til EM endaspælið næsta ár
– Eg ynski bæði leikarum og hondbóltssambandinum hjartaliga tillukku. At vinna EHF Championship er imponerandi. At teir so eisini spæla seg víðari til EM endaspælið er risastórt, sigur løgmaður.
##med2##
Hondbóltssambandið fór fyri fleiri árum síðan undir eitt langsiktað arbeiði at menna føroyskan hondbólt. Løgmaður heldur, at hetta úrslitið vísir, hvussu stóran týdning tað hevur at seta sær høg mál, og at arbeiða miðvíst.
– Eg havi fylgt væl við hesum árganginum, og eg veit, hvussu framsøknir og dugnaligir teir eru. Tí eri eg ikki bilsin av, at teir klára seg framúr væl. Vit hava ongantíð fyrr sæð eitt føroyskt landslið til EM í hondbólti. Tað fara vit nú, og tað frøir eitt hondbóltshjarta, sigur løgmaður, sum sjálvur er gamal hondbóltsspælari.