– Vit vilja bara viðurkennast sum foreldur

Hjúnini Annika S. Vang og Karin Jacobsen Vang halda ikki, at samgongan hevur funnið røttu loysnina at javnseta foreldur

Seinastu tvey árini hevur nógv orðaskiftið verið um rættindini hjá samkyndum foreldrum til barsilspengar- og farloyvi, tí í núverandi lóggávu hava bæði foreldrini ikki somu rættindi. Nú ætlar samgongan sær at loysa hendan trupulleikan við at broyta foreldramyndugleikalógina, soleiðis at pengarnir fylgja barninum heldur enn foreldrunum.

 

Men hetta er als ikki nøkur loysn, sum hjúnini Annika S. Vang og Karin Jacobsen Vang kunnu liva við. Tær keypa ikki argumentini hjá samgonguni og síggja uppskotið sum eina undanførslu fyri at viðurkenna samkynd foreldur – tí við hesum lógaruppskotinum sleppur samgongan frá at taka hædd fyri, um foreldrini eru samkynd ella ikki.

 

– Tað er í lagi, at pengarnir skulu fylgja barninum. Men tað javnstillar bara ikki okkum í lógini sum minnilutabólkur, sigur Annika S. Vang og vísir á, at hetta snýr seg ikki bara um at fáa barsilspengar.

 

– Vit vildu ynskt, at vit við lóg blivu viðurkend sum foreldur og familja. Og at tað so ikki var neyðugt at brúka hasa vendingina um, at "pengarnir skulu fylgja barninum".

 

Les longri samrøðu í nýggjasta Sosialinum.