##med2##
- Eg eri bæði vónbrotin og stoltur. Tað er torført at seta orð á kenslurnar aftaná hendan dystin. Tað var tó ótrúligt at síggja hvussu illa donsku spælararnir tóku tað tá vit skoraðu móti teimum, tað var ein heilt serlig løta, greiðir landsliðsvenjarin frá.
Men Håkan Ericson vildi so gjarna fingið enn meira burturúr. Spælararnir á føroyska landsliðnum gera nógv rætt, men so eru tað tey keðiligu málini vit fáa ímóti okkum, staðfestir landsliðsvenjarin.
Håkan Ericson hevði góð tíðindi at bera um Jóan Símun Edmundsson, ið væntast at vera klárur at spæla dystin móti Ísrael í Tel Aviv mánakvøldið klokkan 19.45. Landsliðsvenjarin greiðir frá, at tað mól eitt sindur fyri Jóan Símuni, og tí var neyðugt at skifta hann út, men toftamaðurin skuldi verið klárur til dystin í Ísrael.
Nú fara Håkan Ericson og hansara menn eftir at enda undankappingina væl.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Håkan Ericson.
HER ber til at síggja hæddarpunkt frá dystinum.











