- USA bjóðar ukrainskum flóttafólkum vælkomnum við opnum ørmum, og vit fara at senda pengar, mat og hjálp til at bjarga ukrainskum mannalívum, sigur amerikanski forsetin, Joe Biden.

Vit vilja tryggja at ukrainar hava vápn til verju

Amerikanski forsetin, Joe Biden, skrivar á Tvitter, at USA fer at hjálpa Ukraina á øllum økjum - eisini við vápnum til verju.

 

- USA bjóðar ukrainskum flóttafólkum vælkomnum við opnum ørmum, og vit fara at senda pengar, mat og hjálp til at bjarga ukrainskum mannalívum, sigur amerikanski forsetin, Joe Biden.

- Vit vilja syrgja fyri, at Ukraina hevur vápn at verja seg við ímóti russisku innrásini. Vit fara at senda pengar, mat og hjálp til at bjarga ukrainskum mannalívum.

 

Tað skrivar amerikanski forsetin á Tvitter, og hann leggur aftrat, at USA fer at bjóða ukrainskum flóttafólkum vælkomnum við opnum ørmum.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur skotið upp yvirfyri ukrainska parlamentinum at leingja undantaksstøðuna í landinum.

 

Tað veit Reuters at siga, og her verður víst til heimasíðuna hjá forsetaskrivstovuni í Ukraina.

 

Skotið verður upp, at undantaksstøðan, sum er galdandi í Ukraina, fyribils verður longd við 30 døgum frá 24. mars at rokna.

 

Í dag verður sagt úr Ukraina, at russar hava ikki havt nakra serliga framgongd í krígnum, og einki størri álop hevur higartil í dag verið á høvuðsstaðin, Kiev.

 

Útlendskir miðlar vita at siga, at russar hava tikið onkur smærri øki aftrat í Luhansk-økinum har eysturi í landinum.

 

Men, nú kemur náttin, og tað er ikki minst í náttartímunum, at lúðrarnir kring um í býunum í Ukraina fara í gongd, og hóttanir eru úr luftini.

 

##med2##

 

 

 

- USA bjóðar ukrainskum flóttafólkum vælkomnum við opnum ørmum, og vit fara at senda pengar, mat og hjálp til at bjarga ukrainskum mannalívum, sigur amerikanski forsetin, Joe Biden.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.