Eisini fær Musikkskúlin í Vági við hesum góðar umstøður. ##med5## ##med6## Norcon og Vágs Kommuna hava gjørt avtalu um at byrja uppá arbeiðið at gera auditorium í gamla svimjihylinum í Vágs Skúla. [...] kommunu: Til fíggjarætlanina í ár, setti býráði 750.000 kr. av til at byrja uppá arbeiðið. Fyrsta byggistig umfatar at gera pall, sitipláss uppeftir skráninginum og saga hol í síðurnar í tí djúpa partinum av [...] Síðani Pálshøll lat hurðarnar upp í 2015, hevur gamli svimjihylurin, sum er partur av Vágs skúla, staðið tómur. Ætlanir hava tó verið við hylinum, og longu í 2020 stendur at lesa á heimasíðuni hjá Vágs
Arni Abrahamsen er formaður í endurstovnaða Ung í Miðflokkinum, og hann ætlar, at felagið nú skal gerast ein virkin partur av flokkinum Fyrstur at taka orðið í kjakinum eftir formansfrágreiðingina, var [...] framferðarhátti sínum. Handfaringin av málinum um Miðnámsskúlan í Hovi fekk harðar ábreiðslur, og nevndi Arni eisini ætlaða Ellisheimið í Vági, sum eftir hansara meting liggur heilt skeivt fyri, tí útsýnið [...] rættvísa í, at eisini stuðul til vælgerandi endamál átti at kunna dragast frá í skatti. Og har hugsaði hann ikki bert um stuðul til samkomurnar. Hann var annars væl nøgdur við framburðin hjá Ungum í Miðflokkinum
Kirstin Hentze í Sumba, sum gongur í 10.b í Vági, var í starvsvenjing hjá Salong Viviann í Havn í viku 48-49, tá framhaldsdeildin í Vágs skúla var í starvsvenjing. Vit spurdu Kirstin, hví hon valdi at [...] sleppur í starvsvenjing í tvær vikur, men tað eru ikki øll, sum dáma tað, men mær dámar tað væl, tí so kann eg sleppa út at royna, um tað er nakað fyri meg. Eg var hjá Salong Madonnu í fjør, og í ár eri [...] at fara til Havnar í starvsvenjing. Hon segði, at tað var bara av tilvild, men tað er fínt at sleppa til Havnar, tí her er nógv at fara til í frítíðini. Hon var í starvsvenjing hjá Salong Viviann, og har
rættiliga út í Suðuroynni til hetta Løgtingsvalið. Flokkurin plagar ikki at hava meiri enn tveir valevni í Suðuroynni. Men til løgtingsvalið 2003, hevur miðflokkurin í Suðuroy betri kort í hondini enn hann [...] ið hann í fleiri mánaðir sat mestsum fangi á eini franskari oyggj í Kyrrahavi í samband við fiskiskap, sum fransmenn ikki vóru so fegnir fyri. Og nú bjóðar Sigmund Andreasen altso eisini av í politikki [...] fyri miðflokkin í Suðuroy. Og tað er kanska ikki so løgið, tí tvøramaður er hann, hóast hann hevur búleikast norðanfjørðs og tað skilst, at hann arbeiðir við at flyta suðuraftur at búgva Í Porkeri stillar
Kvinnur og politikkur Í kvøld verður ein forvitnisligur fundur fyri allar kvinnur í Suðuroy. Tað er ein fundur, sum verður um politikk í skúlanum í Hovi í kvøld klokkan 19.00. Hetta er serliga ein fundur [...] býráðsvalið í komandu viku. Men fyrireikararnir leggja dent á, at allar kvinnur eru meiri enn vælkomnar. À fundinum fara Ásgerð Stenberg, býráðslimur í Vági, Katrin Joensen, bygdaráðslimur í Hvalba, og [...] kynjaumboðan í føroyskum politikki. Eitt nú vóru limirnir í bólkinum á ráðstevnu fyri kvinnuligum parlamentarikarum í Útnorðri, sum Løgtingsskrivsstovan skipaði fyri 25. og 26. august 2004 í Havn. Seminarið
Politikkur Vágs Matmøðrafelag hevði fund 22. september og tosað varð um vánaligu støðuna í Vági, arbeiðsloysið í Suðuroynni og eisini nógv umrødda uppskotið, sum landsstýrið herfyri legði fyri Vágs Býráð [...] loysnina, sum hevði havt við sær eini 40 ársverk til Suðuroynna. Nevndin metti í niðurstøðuni, at ov skjót avgerð varð tikin í hesum málinum, tá landsstýrismenn vórðu sendir avstað aftur. Meira átti at verið [...] Matmøðrafelagið hevur stóran áhuga í málinum, tí júst kvinnur høvdu fingið arbeiði við uppskotinum hjá landsstýrinum, og kvinnnur eru annars hart raktar av arbeiðsloysi í Suðuroynni. Um heilsuskúli og mi
Sum vanligt hevur verið undanfarin ár, verður aftur í ár skipað fyri ólavsøkuhaldi í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Ólavsøkuaftan letur kaffistovan upp klokkan 12 við matsølu og tónleiki. Kokkurin Stina [...] ættaður úr Fuglafirði, syngur. Ragnar Jóhansen, lærari í Nakskov, heldur midnáttarrøðuna. Ragnar er ættaður úr Vági. Soleiðis kemur ólavsøkuhaldið í Føroyahúsinum at enda. Hvørt ein so er útiseti ella er [...] verður kappróðurin útvarpaður á báðum hæddum í Føroyahúsinum. Klokkan 18 er ólavsøkusetan á skránni. Felagssangur er á skránni og føroyski borgarstjórin í Gundsø, Jens Muller, heldur ólavsøkurøðuna. Hann
Alivinna Herfyri vendi ein av lesarunum hjá Sosialinum í Vági sær til blaðið og bað okkum kanna, um smoltið hjá Atlantic Seafarm á Vágsfirði yvirhøvur fær nakað at eta. - Nýggja leiðslan hevur sagt, at [...] at alt smoltið skal takast av, nú framtíðin hjá alifyritøkuni liggur í óvissu, men tað kann ikki vera rætt, at smoltið skal doyggja í hungri. Keldan, sum vendi sær til Sosialin, segði seg hava heft seg [...] Stjórin sigur, at smoltið hjá Atlantic Seafarm á Vágsfirði er væl fyri og í góðum standi. - Eg var sjálvur úti og hugdi eitt kvøld í vikuni, og eg kann bara siga, at smoltið líðir onga neyð, sigur Páll Leo
sambandsflokkinum í Suðuroynni, vildi Alfred Olsen, løgtingsmaður hava at vita frá fundarfólkinum, hvønn týdning tey hildu, at tað hevði fyri Suðuroynna at ein oljuútgerðarhavn verður í Suðuroynni. Alfred [...] arbeiða, tí tað er so stutt ímillum. Og verður oljuvinnan løgd í Suðuroynni, fer sama mynstur at taka seg uppaftur, segði verkfrøðingurin úr Vági. Hann helt, at tað var neyðugt, at politisk avgerð varð tikin [...] markeraði seg til frama fyri Suðuroy í oljumálinum. Suðuroyar Oljuvinnuráð hevur spurt allar flokkarnar, hvørja støðu teir hava til, ein ein oljuhavn verður løgd í Suðuroynni. ?Sambandsflokkurin hevur
ikki sinnað at vera við í einum slíkum arbeiði. Bæði í Sumba, í Vági og í Porkeri halda tey, at málið er ikki búgvið at taka støðu til, tí har er ov nógv, sum er ógreitt. Og í Hovi eru tey heldur ikki [...] sum tók stig til málið í septembur í fjør. Hansara uppskot var, at allar tær sjey kommunurnar skuldu velja umboð í eina nevnd at kanna fyrimunir og vansar við at leggja kommunurnar í Suðuroy saman. Hansara [...] vansarnar. Hinvegin hava kommunustýrini í Fámjin, á Tvøroyri, og í Hvalba, einmælt samtykt at velja umboð í eina nevnd at kanna fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging í Suðuroy. Og nú er nevndin sett og