Smoltið á Vágsfirði doyr ikki í hungri

- Tað er ikki rætt, sum keldan sigur við Sosialin, at smoltið hjá Atlantic Seafarm í Vági ikki fær at eta. Smoltið er væl fyri og í góðum standi, sigur nýggi stjórin í felagnum, Páll Leo


Alivinna

Herfyri vendi ein av lesarunum hjá Sosialinum í Vági sær til blaðið og bað okkum kanna, um smoltið hjá Atlantic Seafarm á Vágsfirði yvirhøvur fær nakað at eta.
  - Nýggja leiðslan hevur sagt, at alt smoltið skal takast av, nú framtíðin hjá alifyritøkuni liggur í óvissu, men tað kann ikki vera rætt, at smoltið skal doyggja í hungri.
  Keldan, sum vendi sær til Sosialin, segði seg hava heft seg við, at smoltið á Vágsfirði hevur ongan góðan.

Passar ikki

Sosialurin vendi sær til nýggja stjóran í felagnum, sum herfyri varð umskipað við Páll Leo sum stjóra og Kristiani Andreassen sum nevndarformanni.
  Páll Leo sigur seg hava skilt, at alt smoltið á Vágsfirði skal takast av, men hann sigur seg einki vita um, at fiskurin ikki fær at eta.
  - Hatta kenni eg einki til, og eg kann bara siga, at tað, sum keldan sigur við blaðið, passar slett ikki.
  Stjórin sigur, at smoltið hjá Atlantic Seafarm á Vágsfirði er væl fyri og í góðum standi.
  - Eg var sjálvur úti og hugdi eitt kvøld í vikuni, og eg kann bara siga, at smoltið líðir onga neyð, sigur Páll Leo, sum undan stjórasessinum var skrivstovumaður á Suðurfisk.

Alt takast av

Kristian Andreassen, nevndarformaður, segði við Sosialin í vikuni, at talið av smolti á Vágsfirði liggur millum 700.000 og 1 miljón.
  Sum skilst, hevur nýggja leiðslan hjá Atlantic Seafarm avgjørt at taka smoltið av til tess at avmarka tapið hjá felagnum, nú roynt verður at skapa nýtt fíggjarligt grundarlag undir virkseminum.