Politikkur
Vágs Matmøðrafelag hevði fund 22. september og tosað varð um vánaligu støðuna í Vági, arbeiðsloysið í Suðuroynni og eisini nógv umrødda uppskotið, sum landsstýrið herfyri legði fyri Vágs Býráð.
Nevndin gjørdi niðurstøðu, ið m.a. segði, at Vágs Matmøðrafelag heldur tað vera stórt spell og beinleiðis átaluvert, at býráðslimir ikki vildu tosa við landsstýrisumboðini um loysnina, sum hevði havt við sær eini 40 ársverk til Suðuroynna. Nevndin metti í niðurstøðuni, at ov skjót avgerð varð tikin í hesum málinum, tá landsstýrismenn vórðu sendir avstað aftur. Meira átti at verið fingið burturúr slíkari vitjan, metir felagið.
Matmøðrafelagið hevur stóran áhuga í málinum, tí júst kvinnur høvdu fingið arbeiði við uppskotinum hjá landsstýrinum, og kvinnnur eru annars hart raktar av arbeiðsloysi í Suðuroynni.
Um heilsuskúli og miðnámsskúli kunnu samantvinnast í einum skúladepli, so er nógv vunnið og nógv spart, metir Vágs Matmøðrafelag.
- Vágbingar, standið saman við øðrum suðuroyningum tá á stendur, er áheitanin hjá Vágs Matmøðrafelag.
Heim fyri minnisveik
Hugsanin um eitt heim fyri minnisveik er ikki nýggj. Í augustmánað hevði Vágs Matmøðrafelag fund, har seinasta hond var løgd á ætlanina um at senda bræv til allar kommunur í Suðuroynni fyri at vita, um áhugi er fyri at byggja eitt heim fyri minnisveik mitt í oynni, tað vil siga í Hovi.
Vágs Matmøðrafelaghevur spurt seg fyri, og Hovs Bygdafelag hevur grundøki á 1268 fermetrar tókt, sum áhugi er at selja fyri sámuligan prís til endamálið.
Á fundi 22. september varð brævið endaliga orðað og er tað sent øllum kommunun í Suðuroynni.