Tríggjar kommunur í Suðuroy kanna samanlegging

Seks fólk eru vald í eina nevnd, sum skal kanna fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging

Tær tríggjar kommunurnar í Norðaru helvt, sum eru merktar 44,45, og 46, hava nú sett nevnd at kanna fyrimunir ov vansar við at leggja saman

Tær tríggjar kommunurnar í Norðaru helvt í Suðuroynni, Hvalba, Fámjin og Tvøroyri, hava nú sett eina nevnd, sum skal kanna fyrimunir og vansar við at leggja kommunurnar saman.

 

Tað er Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sum tók stig til málið í septembur í fjør. Hansara uppskot var, at allar tær sjey kommunurnar skuldu velja umboð í eina nevnd at kanna fyrimunir og vansar við at leggja kommunurnar í Suðuroy saman.

 

Hansara uppskot var, at tað skuldi ikki vera kommunustýrislimir, sum vórðu settir í nevndina, men fólk, sum vóru politiskt óheft.

 

Men síðani hava tær fýra kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy, nevniliga Sumba, Vágur, Porkeri og Hov, boðað frá, at tey eru ikki sinnað at vera við í einum slíkum arbeiði. Bæði í Sumba, í Vági og í Porkeri halda tey, at málið er ikki búgvið at taka støðu til, tí har er ov nógv, sum er ógreitt.

 

Og í Hovi eru tey heldur ikki sinnað at fara undir eitt slíkt arbeiði nú. Eitt nú heldur borgarstjórin, Delmar Tausen, at tey kenna longu fyrimunirnar og vansarnar.

 

Hinvegin hava kommunustýrini í Fámjin, á Tvøroyri, og í Hvalba, einmælt samtykt at velja umboð í eina nevnd at kanna fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging í Suðuroy.

 

Og nú er nevndin sett og fer til verka. Eftir ætlan skal hon vera liðug við arbeiðið í ár.  Umboðini fyri Tvøroyrar kommunu eru Doris Bjarkhamar og Herit Albinus. Umboðini fyri Fámjins kommunu eru Eyðdis Ellendersen og Niels Jákup Nielsen. Og umboðini fyri Hvalbiar kommunu eru Róin Schrøter og Ólavur Rasmussen.

 

Tær tríggjar kommunurnar í Norðaru helvt, sum eru merktar 44,45, og 46, hava nú sett nevnd at kanna fyrimunir ov vansar við at leggja saman