Virkin Ung í Miðflokkinum

Arni Abrahamsen er formaður í endurstovnaða Ung í Miðflokkinum, og hann ætlar, at felagið nú skal gerast ein virkin partur av flokkinum

Fyrstur at taka orðið í kjakinum eftir formansfrágreiðingina, var Arni Abrahamsen, sum er formaður í endurstovnaða Ung í Miðflokkinum.

Hann nam við fleiri týðandi mál, fleiri av teimum, sum Jenis hevði frammi, men eisini onnur mál.

Serliga nevndi hann útbúgving, og vísti á, at Vinnuháskúlin er við at verða álaður sundur. Hvørki lærarar ella næmingar trívast, sum viðurskiftini eru nú eftir samanleggingina. Eisini fíltist hann á, at skúlastjórin slapp so snikkaleysir burtur úr framferðarhátti sínum.

Handfaringin av málinum um Miðnámsskúlan í Hovi fekk harðar ábreiðslur, og nevndi Arni eisini ætlaða Ellisheimið í Vági, sum eftir hansara meting liggur heilt skeivt fyri, tí útsýnið er als ikki til staðar. Eisini eru ætlaðu byggingarnar drignar út, samstundis sum tær eisini eru vorðnar munandi dýrari.

- Tá talan er um at byggja eitt ellisheim er altavgerðandi, at tey gomlu hava eitt útsýni, sum tey kunnufrøast yvir. Útsýni yvir havnalag, yvir sjógvin, yvir tað, sum rørir seg í nærumhvørvinum. Hetta er ikk til staðar í ætlaðu byggingini í Vági, vísti Arni á.

 

Limatalið økist

Eitt annað mál, sum Arni Abrahamsen nam við, er kirkjuskatturin, og tað skilagóða og eisini rættvísa í, at eisini stuðul til vælgerandi endamál átti at kunna dragast frá í skatti. Og har hugsaði hann ikki bert um stuðul til samkomurnar.

Hann var annars væl nøgdur við framburðin hjá Ungum í Miðflokkinum eftir endurstovnanina. Hann metti, at síðani eykaaðalfundin í januar hevur felagið fingið einar 50 limir. Og tey eru sjálvandi til reiðar at gera sítt til at vaksa um flokkin, og ikki minst at hjálpa til, tá valið stendur fyri durum.

- Avgjøldini á umhvørvisvinarligum vørum eru eisini alt ov høg, og eiga at verða lækkað, ongatíð ov skjótt, segði Arni Abrahamsen á landsfundi Miðfloksins.

Hann nevndi dømið um spariperurnar.

Um tú kann keypa eina vanliga peru fyri 10 kr., meðan tilsvarandi spariperan kostar 100 kr., so er einki at siga til, at fólk velja tað fyrra, vísti Arni á.

Og tað er avgjaldið, sum í flestum førum er orsøkin til dýra prísin.

Annars lýsti Arni seg sjálvan sum ein »gamal ungur«, og bara bíðaði eftir, at yngri kretir komu framat. So nú er »slagið frítt« hjá ungum Ung í Miðflokkinum.