Kirstin Hentze í Sumba, sum gongur í 10.b í Vági, var í starvsvenjing hjá Salong Viviann í Havn í viku 48-49, tá framhaldsdeildin í Vágs skúla var í starvsvenjing.
Vit spurdu Kirstin, hví hon valdi at fara til Havnar í starvsvenjing. Hon segði, at tað var bara av tilvild, men tað er fínt at sleppa til Havnar, tí her er nógv at fara til í frítíðini. Hon var í starvsvenjing hjá Salong Viviann, og har dámdi henni bara væl. Kirstin hevur altíð hugsað sær at verið frisør ella kosmetolog, hon royndi fyrst at vita um hon slapp til ein kosmetolog, men har var upptikið, síðan valdi hon at fara til Salong Viviann, fyri at vita um tað var nakað fyri hana. Hon møtti kl.10 um morgunin og var liðug kl.18. Tá vit spurdu hana, hvat hon slapp at gera har, segði hon, at hon m.a. vaskaði hár, setti vørur upp á pláss og tók telefonina.
Til seinast spurdu vit Kirstin, hvat starvsvenjingin merkir fyri hana. Til tað segði hon, "eg haldi,at tað er fínt, at man sleppur í starvsvenjing í tvær vikur, men tað eru ikki øll, sum dáma tað, men mær dámar tað væl, tí so kann eg sleppa út at royna, um tað er nakað fyri meg. Eg var hjá Salong Madonnu í fjør, og í ár eri eg hjá Salong Viviann, og hetta hevur ført til, at tað er als ikki ómøguligt, at eg fari at læra til frisør", sigur hon.