Síðani Pálshøll lat hurðarnar upp í 2015, hevur gamli svimjihylurin, sum er partur av Vágs skúla, staðið tómur.
Ætlanir hava tó verið við hylinum, og longu í 2020 stendur at lesa á heimasíðuni hjá Vágs kommunu, at ætlanir eru um eitt auditorium. Upplýst verður, at Mayfinn Norðoy, arkitektur hjá kontrast, hevur gjørt tekningar.
Men eftir øllum at døma kom steðgur í verkætlanina, men nú hóast aftur ljós fyri framman fyri, at gamli svimjihylurin kemur til heiður og æru.
##med2##
Fyri 14 døgum síðani stóð m.a. soleiðis at lesa á heimasíðuni hjá Vágs kommunu:
Til fíggjarætlanina í ár, setti býráði 750.000 kr. av til at byrja uppá arbeiðið. Fyrsta byggistig umfatar at gera pall, sitipláss uppeftir skráninginum og saga hol í síðurnar í tí djúpa partinum av svimjihylinum, so sleppast kann inn frá ganginum, har miðdeildin gongur.
##med3##
##med4##
Sostatt er gongd nú komin á arbeiðið at gera auditorium í gamla svimjihylinum. Sum skilst verður arbeitt útfrá tí, sum tekningar frá arkitektinum vísa, men tó eru broytingar gjørdar, og nýggj uppskot eru eisini um, hvussu farast skal fram, og er tað tekniska deild hjá Vágs kommunu, ið hevur arbeitt við málinum.
Talan verður um eitt høli við palli og ljóð- og ljósútgerð, ið m.a. kann nýtast til m.a. konsertir, sjónleik, filmsvísing, fyrilestrar og til morgunsang hjá Vágs Skúla. Eisini fær Musikkskúlin í Vági við hesum góðar umstøður.
##med5##
##med6##
Norcon og Vágs Kommuna hava gjørt avtalu um at byrja uppá arbeiðið at gera auditorium í gamla svimjihylinum í Vágs Skúla.