Kvinnur í Suðuroy tosa um at stíga fram

Í kvøld verður almennur fundur fyri kvinnur í Suðuroy, har tær fara at tosa um politikk. Fundurin er serliga ætlaður kvinnuligu valevnunum til kommunuvalið, men allar eru vælkomnar

Kvinnur og politikkur

Í kvøld verður ein forvitnisligur fundur fyri allar kvinnur í Suðuroy. Tað er ein fundur, sum verður um politikk í skúlanum í Hovi í kvøld klokkan 19.00.
Hetta er serliga ein fundur fyri tær kvinnur, sum stilla upp til bygda- og býráðsvalið í komandu viku. Men fyrireikararnir leggja dent á, at allar kvinnur eru meiri enn vælkomnar.
À fundinum fara Ásgerð Stenberg, býráðslimur í Vági, Katrin Joensen, bygdaráðslimur í Hvalba, og Karolina Enni fyrrv. býráðslimir á Tvøroyri, at greiða frá teirra royndum í býráðsarbeiði.
Samstundir fer Annika Wardum Joensen, forkvinna í Javnstøðunevndini, at siga frá um javnstøðu og kvinnuumboðan í politikki.
At enda verður bólkaarbeiði, har tveir spurningar verða viðgjørdir:
"Hvussu gerast meira sjónligar í politiska arbeiðnum og hvussu er at stíga fram?"
Orðstýrari verður Durita Brattaberg.
Ein drekkamunnur verður at fáa á fundinum, sum endar umleið kl 22.30, sigur Marjun Olsen á Tvøroyri, sum er ein av fyrireikarunum.

Kvinnubólkur
Annars hava fyrireikarnir gjørt ein bólk, ið virkar fyri javnari kynjaumboðan í føroyskum politikki. Eitt nú vóru limirnir í bólkinum á ráðstevnu fyri kvinnuligum parlamentarikarum í Útnorðri, sum Løgtingsskrivsstovan skipaði fyri 25. og 26. august 2004 í Havn.
Seminarið er eitt ítøkiligt úrslit av einum tilmæli hjá Útnorðurráðnum.
Í bólkinum eru løgtingskvinnurnar Annita á Fríðrikssmørk (E), Heidi Petersen (E) og Lisbeth L. Petersen (B). Býráðslimur Elin Lindenskov (C), Rúna Sivertsen (A), Marjun Olsen (B), Charlotta á Váli Olsen (H) og Malan Johansen, (D), Annika W. Joensen, forkvinna í Javnstøðunevndini og Bjørt Samuelsen, Miðlan.