aftur í starv á grannskoðaravirkinum, hesuferð hjá Sundstein. Tá kreppan tekur seg upp, verður minkað um starvsfólkatalið á grannskoðaravirkinum og Ernst er nú arbeiðsleysur. Hann hevði tá verið íalt 14 ár [...] felagið mælir til, at Ernst verður valevni til komandi løgtingsval í november 1966. Av politikarum tá mundi P. M. Dam gera sítt til, at Ernst verður politiskt vaktur. Ernst var javnan valevni Javnaðarfloksins [...] Biritu, Óla Hans og Jógvan Páll er saknurin svárur. Vit drýpa høvur í virðing og lýsa frið yvir minnið um Ernst Hansen, løgtingsmann. Jákup Lindenskov
hann ætlar ikki at taka nøkur stig. Undanarvert, tá ið hugsað verður um, at hann hevur ábyrgdina av skúlaverkinum øllum. Men vit hugsa um næmingarnar, og vit ætla ikki at draga verkfallið óneyðuga leingi [...] ikki vil samráðast við donsk fakfeløg. Dimmalætting sigur frá Peturi Petersen, at samráð merkir tað sama sum hoyring, og er hetta ikki satt. Eitt nú stendur í orðabók M. A. Jacobsens og Chr. Matras undir [...] hava tikið arbeiðið uppaftur(!). T.e., landsstýrið og embætismenn tess sýna lítlan vilja, lata hánt um næmingar, og vóna kanska at trupulleikarnir hvørva av sær sjálvum, men tað gera teir ikki. Nú hava
hann gjørdist sjúkur nú, enn um hann hevði verið tað, tá kappingin var í Føroyum millum jól og nýggjár. Harafturat hevði hann kortini ætlað sær at tikið ein steðg í venjingunum um hesa tíðina. [...] sterkasta manni Regini Vágadal at fáa nóg góða venjing í Føroyum, tí mótstøðan ikki er nóg góð. Av tí sama fer Regin nú til Íslands at venja, so hann kann taka seg upp aftur meira fram millum heimsins risar [...] við m.a. Magnus Ver Magnusson, greiðir Regin frá. Hann sigur, at hann eisini hevur fingið eitt tilboð um at sleppa til Danmarkar at venja saman við sterkum monnum har, men at hann valdi Ísland, tí hann og
Beinleiðis spurdur, um Edmund Joensen, løgmaður, hevði kunnað hinar báðar um tað, Bjarni Olsen, formaður í Búskaparráðnum, og Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, hava ført fram um jólini, svaraði løgmaður: [...] nevndur ríkisfundur, kundi hann tað sama itið sambandsfundur. Allir søgdu seg fegnast um tað góða samstarvið teirra millum innan ríkisfelagsskapin. Og allir fegnaðust um, at hesin fyrsti fundurin av hesum [...] almannakunngjørt, er Poul Nyrup Rasmussen sjálvur fegin um, at hann er komin. Á tíðindafundi í Havn týskvøldið segði hann, at hann er sannførdur um, at tað var rætt ikki at lurta eftir teimum, sum vildu
atfinngingum hansara um, at summi av teimum málum, sum vórðu samtykt í tinginum nú beint fyri ársskiftið, hava ikki fingið so neyva, politiska viðgerð, sum tey áttu at fingið. Men um tað er beinleiðis lógarfusk [...] at skrivað løgtingsformanninum bræv, har ætlanin var at spyrja, um hetta var tað, løgtingsformaðurin meinti við orðini í tingskipanini um ?vælskipað³ og ?væl úr hondum greitt tingarbeiði³ Í eini viðmerking [...] ábyrgdina av. Gamal trupulleiki Nú um nýggársleitið var tað fíggjarnevndin, sum hevði tær flestu viðgerðirnar. Og formaðurin í fíggjarnevndini viðgongur, at talan er um ein trupulleika, tí tíðin er ikki
sáttmála, sum Danmark hevur gjørt við okkum um at vit hava sama rætt sum danska ríkið til at stýra okkara egnu viðurskiftum, ber tað til hjá honum at koma yvir um mark til at reka sjarmuátak hjá okkum. Væl [...] litikki, sum hann rekur ímóti okkum. Okkum ger tað tí tað sama, um danski forsætisráðharrin eitur Nyrup ella okkurt annað, tí teir eru av sama súrdeiggi allir samlir. Hetta sóu vit eisini greitt tá eitt [...] danski forsætisráðharrin er farin um mark. Fyri brátt trimum árum síðani, tann 1. mai 1995, fekk hann bræv frá skrivaranum hjá drotningini, har hann fekk greið boð um, at tað var hann, sum skuldi taka
kappingina. Vit bóru tíðindini um hesar broytingar í blaðnum týsdagin, og tær hava við sær, at luttøkan verður minni krevjandi bæði ítróttarliga og peningaliga, tí nú verður talan um Cup-skipan frá byrjan av [...] hava sannað, at tað kostar. Alt hetta hevur havt við sær, at vágbingar hava ivast í, um teir nú skuldu taka av tilboðnum um at spæla í Intertoto-Cup. Men tað ætla teir at gera, og tá FSF 30. januar skal gera [...] skipar fyri, og áður hevur B71 takka nei til at luttaka í hesi kapping. Men hóast stórur ivi hevur verið um luttøkuna hjá VB, og allir vágbingar sjálvir ikki hava havt hug at melda til kappingina, er nú greitt
siga, at norðmenn, finnar og walisar kenna allir til umstøðurnar í Havnini, bæði tá tað ræður um vallirnar og um umstøðurnar fyri uppihaldi og øðrum, sum er av týdningi í sambandi við eina sovorna kapping [...] ætlar, so verður ein altjóða fótbóltskapping á graslíkisvøllunum í Gundadali seinni í ár. Tað snýr seg um EM undankappingina fyri U-16 landslið. Lutakastið til undankappingina var 18. desember, og Føroyar [...] Finnlandi og Wales. Dagin eftir lutakastið heitti FSF á fótbóltssambondini í hesum trimum londunum um at taka undir við, at kappingin verður spæld á graslíkisvallunm í Gundadali, og bæði Noreg og Wales
mugu harmast um, at Petra, so sjúk hon var, mátti pínast saman við okkum øðrum um støðuna. Esbern sjálvur fór frá í 1986, og sjálvur kann eg siga við vissu, at Føroyar høvdu verið betur fyri, um Esbern sat [...] júkuna, sum smátt um smátt tók alla megina frá henni, og at enda fekk hon eisini krabbamein. Ein kann bert siga, at Harrans vegir eru órannsakandi, men ein kann hóast alt fegnast um, at Esbern vegna sjúku [...] sjáldsom hjún, eini hjún, ið eg koma at kenna í sløk 30 ár. Sonur teirra, Símun, og eg komu at ganga í sama skúlaflokki í Hoydølum. Tá gjørdust Símun og eg vinmenn, og tá stutt var frá skúlanum niðan til húsini
greinini at døma, veit hann lítið um málið. Til tess at fáa grundarlag fyri eini niðurstøðu, leggur hann nøkur sokallað »fakta« fram, sum ikki hava hald í veruleikanum. Málið um klinikkassistentarnar var sera [...] arbeiðsgevari ábyrgdast fyri sínar gerðir, um hesar ikki eru ílagi, og er einki nýtt í hesum, og als eingin provokatión ímóti fakfeløgunum. Tvørturímóti. Tí um so var, at t.d. fakfeløgini kundu hóvreiggjað [...] sera einfalt, nevniliga, at býráðið og TKST vóru samd um øll viðurskifti og hvussu hesi skuldu tulkast. Trupulleikin var góðkennismyndugleikin Føroya Landsstýri, sum samb. Kommunulógini § 47 skal góðkenna