Hetta er ikki nóg gott

­ Eg eri fullkomiliga samdur í, at hetta er ein trupulleiki. Men um tað er beinleiðis lógarfusk, fáa vit ikki at vita fyrrenn seinni

­ Eg eri púra samdur um, at hetta er ein trupulleiki. Ja, veruleikin er, at hetta er ein afturvendandi trupulleiki hvørt einasta ár.

Suni Jacobsen, formaður í fíggjarnevndini er púra samdur við Jóannesi Eidesgaard, formanni Javnaðarfloksins í atfinngingum hansara um, at summi av teimum málum, sum vórðu samtykt í tinginum nú beint fyri ársskiftið, hava ikki fingið so neyva, politiska viðgerð, sum tey áttu at fingið.

Men um tað er beinleiðis lógarfusk, sum Jóannes Eidesgasard hevur málborið seg, vil formaðurin í fíggjarnevndini ikki svølgja uttan víðari.

Tað fer ikki at vísa seg fyrrenn seinni.

Jóannes Eidesgaard hevur verið so misnøgdur við tað politisku viðgerðina, at hann ætlaði at skrivað løgtingsformanninum bræv, har ætlanin var at spyrja, um hetta var tað, løgtingsformaðurin meinti við orðini í tingskipanini um ?vælskipað³ og ?væl úr hondum greitt tingarbeiði³

Í eini viðmerking til Sosialin hevur løgtingsformaðurin sagt, at hann hevur bara ábyrgdina av arbeiðnum í sjálvum tingsalinum, og tað hevur verið eftir bókini, uttan í einum føri, táið løgtingið samtykti at víkja frá eini tíðarfreist.

Men hvussu arbeiði varð skipað í nevndunum, høvdu teir ymsu nevndarformenninir ábyrgdina av.


Gamal trupulleiki

Nú um nýggársleitið var tað fíggjarnevndin, sum hevði tær flestu viðgerðirnar.

Og formaðurin í fíggjarnevndini viðgongur, at talan er um ein trupulleika, tí tíðin er ikki nóg góð at viðgerða málini.

­ Hetta er serliga ein trupulleiki hjá andstøðuni, tí sum er fær hon ikki høvi at seta seg nóg nágreiniliga inn í málinum, sigur Suni Jacobsen.

­ Og eg skilji væl, at tingmenn úr andstøðuni eru misnøgdir við tað politiska arbeiði.

Hjá tingfólkum úr samgonguni er trupulleikin ikki so stórur, tí samgongan hevur mangan tugt og tannlað mál ígjøgnum, áðrenn tey koma á ting, so vit kenna málini.

­ Men tað er ikki rætt, at andstøðan ikki eisini fær stundir at seta seg nágreiniliga inn í málini.

Hann sigur, at tað er ein afturvendandi trupulleiki tvær ferðir um arbeiði, at tingfólk verða druknað í arbeiði.

­ Tað er tí, at í hvørjum desember mánaða dýkir landsstýrið mál í tingið, sum skulu setast í gildi tann 1. januar.

­ Og hvønn mars mánaða dýkir landsstýrið somuleiðis mál niðan í tingið tí síðsta freist at leggja mál fyri í tingsetuni er 15. mars.

Suni Jacobsen sigur, at tað løgna er, at hóast vit eru varug við trupulleikan, og lova bót og bata hvørja ferð, endurtekur søgan seg hvørja ferð. Tað vísir seg at vera tungt at fáa nakað gjørt, uttan í seinastu løtu.

Hann sigur, at sjálvur hevur hann mangan átalað hetta, men at tað rínur ikki við.

Hann átalaði tað m.a. í sambandi við álitið um fíggjarlóg. Og hann fanst at tí í desember í 1996, tá ið bruttuskattaskipanin kom

Formaðurin í fíggjarnevndini sigur, at hann er púra samdur við tingformannin sum kundi hugsa sær, at evstamark varð sett fyri, nær uppskot, sum skul u í gildi 1. januar, kunnu leggjast fyri tingið.

Hann sigur, at hann hevur eisini umrøtt møguleikan at seta fleiri nevndir enn tær, sum eru nevndar í tingskipanini.

Tingskipanin hevur ein ventil, sum gevur rúmd fyri, at aðrar nevndir verða skipaðar.

Men Løgtingsformaðurin er komin til ta niðurstøðu, at talan er bara um heilt serligar nevndir. So tað ber t.d. ikki til at gera eina serliga skattanevnd, sigur formaðurin í fíggjarnevndini.

Er tað rætt at seta lógir í gildi, sum ikki eru nóg væl viðgjørdar?

­ Tað er ein meting. Eg eru nú heldur ikki samdur við Jóannes Eidesgaard, at talan er um so nógv mál, sum hava fingið so út av lagi vánaliga viðgerð.

Men tað er rætt, at málini eru ikki viðgjørt í smálutum, og tað skulu tey helst.

­ Hóast málini eru mong, eru nøkur teirra vælkend og væl kannað. T.d. var okkurt málið lagt fram í fjør, uttan at tað eydnaðist at gera tey liðug, so tey máttu leggjast framaftur nú.

Og hann heldur ikki, at tað er so ónátúrligur teknikkur í málinum um skattalætta til sjófólk.

Men nú er tað serliga broytingarnar í mvg, sum funnist varð at?

­Ja, men heldur ikki hetta er nýtt, tí tað stendur í samgonguskjalinum. Nakað annað er so tað, at Toll & Skattstovan er ikki fegin um undntøk í mvg skipanini. ­ Men heldur ikki tað er nakað nýtt. Tað vóru teir eisini, táið sjóklæðir sluppu undan mvg. Nú er so eitt sindur komið afturat.

Suni Jacobsen heldur eisini, at tað er eitt mark fyri, hvussu tey kuinnu viðgerða mál. Hann heldur ikki, at longdin á viðgerðini er tað sama sum dygd.

­ Bruttoskattaskipanin fekk ikki drúgva viðgerð, men eg veit onki um, at hon ikki riggar, og eg havi onki hoyrt til atfinningar ímóti henni.

Jóannes Eidesgaard finst at, at broytingarnar í mvg skipanini fingu yvirhøvur onga viðgerð?

­ Tað er ikki rætt. Í tí sambandinum gjørdi eg greitt, at fekk eg meiriluta fyri málinum, vórðu tey avgreitt.

Suni Jacobsen sigur, at hann hevði boðsent landsstýrismanninum til fundar og bað hann hava tey neyðugu embætisfólkini við, so vit fingu umrøtt øll tey sjey málini, sum vóru til viðgerðar. Og tað gjørdu vit. ­ Vit umrøddu tey eitt fyri eitt ein seinnapart leygardag. Men tað er greitt, at tað var ikki ein viðgerð, sum fór í smálutir og tað var ikk iein viðgerð, sum hon átti at verið. Men at ongin viðgerð var, er ikki rætt, sigur Suni Jacobsen.