Vegna Fólkaítakið fyri tjóðfundi skal eg takka tykkum øllum fyri at tit eru komin oman á Vaglið henda trettanda dag jóla, og serliga skal eg takka øllum teimum, sum við sínum ídni hava gjørt tað møguligt at koma saman her í kvøld.
Orsøkin til, at vit eru komin higar í dag, er tann at danski forsætisráðharrin er farin um mark. Fyri brátt trimum árum síðani, tann 1. mai 1995, fekk hann bræv frá skrivaranum hjá drotningini, har hann fekk greið boð um, at tað var hann, sum skuldi taka ímóti undirskriftunum hjá Fólkaítakinum fyri tjóðfundi. Hann hevði ikki meir enn hoyrt hetta, fyrr enn hann stakk halan millum beinini og boðaði frá, at hann avlýsti Føroyaferð sína sum skuldi havt verið nakrar fáar dagar seinni.
Av tí at hann ikki kom higar, sendu vit undirskriftirnar til drotningina, sum so sjálvandi læt Nýruppi tær, men tann 14. september 1995 hevði hann tann frekleika at læta eitt av skrivstovufólkum sínum svara okkum, at vit ikki fingu tann tjóðfund, sum vit høvdu biðið um.
Harvið fór hann um tað markið sum er millum rætt og órætt og gjørdi seg til ein brotsmann. Hetta viðgekk hann eisini í brævinum, tí hann segði, at hann ikki kundi vísa grundgevingum okkara aftur, men segði at tær vóru søguligar. Sjálvandi vita vit, at forsætisráðharrin ikki hevur nógva virðing fyri søguni, tí í hesum døgum er hann í holt við at avtaka tað danska ríkið, sum í meir enn túsund ár hevur verið frælst. Hann heldur helst, at frælsið hjá dønum er ein søgulig fornleivd, sum ongan týdning hevur í dag. Men hetta hevur hann rætt til at gera, um so er at hann fær undirtøku hjá tí danska fólkinum fyri hesum.
Hin vegin hevur hann ikki rætt til at taka frælsið frá einum øðrum ríki. Sjálvur veit hann helst ikki hvat eitt ríki er. Hann er nú komin higar at halda ríkisfund, og tosar um at hann skal hitta tveir aðrar forsætisráðharrar, sum stýra javnbjóðis pørtum av ríkinum. Sum hann tosar skuldi man trúð, at hann heldur Føroyar vera eitt ríki og Grønland eitt annað. Hann sigur eisini, at ein heimastýrislóg er ein stýrisskipanarlóg. Men um so er at vit líta í eitt danskt lógarsavn, so stendur eingin heimastýrislóg har stýrisskipanarligar lógir standa. Skulu vit finna heimastýrislógina, so noyðast vit at leita har sum lógirnar um kommunalt sjálvstýri standa. Tí kemur hann ikki higar at hitta javnbjóðis partar, men kemur sum yvirmaðurin at hyggja eftir, um kommunustýrisformenn hansara duga nóg væl at útinna hansara harraboð.
Hetta hevur hann ongan rætt til, og tí er hann farin yvir um alt sømuligt mark. Hann hevur brotið fólkarættin við at halda at hann ? eftir at vit hava kravt at fáa frælsið og útinna tað við at velja ein tjóðfund ? framvegis er okkara forsætisráðharri og kann hóreiggja sær so sum hann gjørdi fyri tann 9. juni 1995 tá hann kundi selja okkum ein banka fyri at styrkja støðu sína í Danmark.
Hesir dagar eru farnir. Tá hann nú kemur til ríki okkara og sigur seg vera forsætisráðharri okkara, er tað bert tí at hann nýtir vald sítt til at halda eitt annað ríki undir valdi sínum. Hetta er ikki ókent í søguni. Vit hava t.d. eitt dømi sum tað at Hitler ímóti fólkarættinum nýtti hermegi sína til at taka valdið yvir Noregi og har seta eitt stýri á stovn undir leiðslu av tí dugnaliga herovastanum Vidkun Quisling. Quisling hevði bert valdið av tí at týska stjórnin stuðlaði hann við vápnum og pengum. Somuleiðis hava tey kommunalu stýrini í ríki okkara bert valdið av tí at danska hermegin og danski ríkiskassin stuðla teimum. Øll vit sum her standa, vita fullvæl, at hevði Nyrup ikki síðani 9. juni 1995 goldið triggjar milliardir til okkara heimastýri, so hevði tað ikki verið til í dag, og so var tað eingin av landsmonnum okkara, sum hevði ivaðist í at einasta gongda leiðin hjá okkum var frælsisleiðin.
Samstundis vita vit, at tann danski stuðulin ger, at okkara vinnulív ikki er kappingarført. Hetta er atvoldin til, at tað ikki ber til hjá ungum evnagóður fólkum at fara undir nýggj virki. Øll vita, at skal einum landi verða lív lagað, so er tað neyðugt støðugt at fáa nýggj virki í staðin fyri tey, sum av ymsum orsøkum fara av knóranum, men hetta sleppa vit ikki til í ríki okkara orsakað av tí donsku peningaligu uppíleggingini í okkara innanríkispolitikk. Tað er hetta, sum er atvoldin til, at túsundtals av landsmonnum okkara hava verið noyddir at rýmt av landinum fyri at yvirliva. Hetta er hent meðan vit síggja, at onnur lond av somu stødd sum okkara klára seg avbera væl, og at heimastýrisrespiratorurin soleiðis oyðileggur lív og lagnu okkara, tí fáur man ivast í, at tæri í tjóð okkara er eins gott og hjá nakrari aðrari tjóð. Hetta sæst eisini av tí, at meðan land okkara undir byrðuni av heimastýrisskipanini og blokkinum ikki kann klára seg, so fáa landsmenn okkara arbeiði og standa seg óføra væl so títt og knapt teir eru komnir burtur úr hesum neyðardýpi, sum Nyrup hevur okkum gangandi í. Tað er ikki av tilvild, at tað í einum donskum blað stóð ein grein sum æt: ?Hjælp Danmark ? fang en færing?. Og Nyrup hevur ikki bert fangað ein, men hevur fangað okkum allar samlar.
Tað sum skal til hjá okkum er sostatt frælsi, men tað sýtir forsætisráðharrin okkum, hóast hann væl veit, at vit hava fullan rætt til frælsi okkara. Hann veit eins væl og vit, at vit ikki altíð hava verið saman við Danmark. Hann veit, at tað ríki, vit vóru ein partur av, gjørdi ein fullgyldugan altjóða sáttmála við Danmark, sum segði, at hóast ríki okkara var saman við Danmarkar ríki, hevði tað fullkomuliga sama rætt sum hetta ríki. Hann veit eisini, at hansara heimild til at stýra okkum fram til 9. juni 1998 var ein stýrisskipanarlóg, sum vit sjálvi høvdu samtykt og sum sigur at kongur skal hava alt vanligt útinnandi og lóggevandi vald, men ikki rætt at gera eina nýggja stýrisskiparlóg. Hann veit, at orsøkin til at hann er forsætisráðharri er tann, at tað danska fólkið í sínari tíð heitti á kong um at fáa frælsi og ein tjóðfund at gera sína stýrisskipan. Danska fólkið hevur heimilað honum at stýra Danmarkar ríki, og fram til 9. juni 1995 hevði hann eisini heimild til at stýra ríki okkara. Hann veit eisini, at henda dag misti hann heimildina til at stýri okkum, og bert við at bróta tann altjóða sáttmála, sum Danmark hevur gjørt við okkum um at vit hava sama rætt sum danska ríkið til at stýra okkara egnu viðurskiftum, ber tað til hjá honum at koma yvir um mark til at reka sjarmuátak hjá okkum. Væl var Hitler ringur, men hann dittaði sær tó ikki at koma til Quisling at gjara út fyri tí norska fólkinum, so vit noyðast til einfalt at konstatera, at Nyrup er verri enn Hitler.
Nú má eingin misskilja meg og halda, at eg havi nakað ímóti Nyrup. Eg kenni ikki mannin, men hann er helst ein góður hjúnafelagi og góður faðir hjá børnum sínum. Tað sum vit finnast at, er hansara lutverk sum forsætisráðharri i Danmark. Men eftir tí vit hava skilt, so fær hann fullan stuðul frá hinum donsku flokkunum í tí yvirgangspolitikki, sum hann rekur ímóti okkum. Okkum ger tað tí tað sama, um danski forsætisráðharrin eitur Nyrup ella okkurt annað, tí teir eru av sama súrdeiggi allir samlir. Hetta sóu vit eisini greitt tá eitt samt fólkating tók undir við at knúgva fólksins greiða dóm á fólkaatkvøðuni tann 14. september 1946.
Men hin vegin er tað púra greitt, at vilja danskir politikarar taka annað skinn um bak og halda uppat við at leggja seg upp í innanríkis viðurskifti okkara við at mutra okkara heimastýrispolitikarar og sýta fyri at geva okkum frælsi, so eru teir vælkomnir higar. Tað var hetta, sum vit skrivaðu til Nyrup, men hann læstst ikki um vón og hevur ikki á nakran hátt givið til kennar, at hann ætlar at lata skil og skynsemi ráða og leggja niður sín leiklut sum imperialistur. Tí er tað neyðugt hjá okkum at gera honum greitt at hann er ikki vælkomin í ríki okkara, og at vit venda okkum til hansara við eini yvirlýsing.